Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Stig verða tikin til at stovna eina UNESCO geopark í Føroyum

Innanlands, Uttanlands | 11/06-2019 17:00
UNESCO Geopark í Malaisia

Hvussu fáa vit ment ferðavinnuna, samstundis sum vit framhaldandi kunnu fáa gleði og gagn av okkara náttúru uttan at oyðileggja hana?

Hesar spurningar arbeiða tey við í UNESCO Global Geopark netverkinum, og í farnu viku var føroyski landafrøðingurin, Lis Mortensen á griksku oynni Lesvos, har UNESCO í samstarvi við universitetið á Lesvos hevði skeið um júst slíkar spurningar, sum eru so viðkomandi í Føroyum, nú ferðavinnan støðugt vindur uppá seg, og støðugt fleiri rópa varskó um slit í náttúruni. Tað skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í dag

Evnið á skeiðinum var "Tillaging til veðurlagsbroytingar og dømi um, hvussu tað ber til at minka um oyðilegging av náttúruni". Á skeiðnum varð kunnað um sonevndar ”Geoparkir”, ið eru náttúruøki við altjóða jarðfrøðiligum týdningi. Endamálið er at verja jarðfrøðiliga margfeldið og at miðla náttúruarvin og mentanararvin, umframt at fremja burðardygga menning til gagns fyri fólk og vinnu í økinum.

Skeiðið var fyri starvsfólk á Geoparkum kring allan heim, jarðfrøðingar og onnur, ið arbeiða við burðardyggari menning og ferðavinnu í útjaðaraøkjum.

Fyri Føroyar er tað áhugavert, tí tað ber til at søkja um at gerast ein UNESCO Global Geopark. Í løtuni verður arbeitt við at stovna eina geopark eftir hesum leisti í Føroyum. Ætlanin er, at Geoparkin skal hava miðstøð í Suðuroy, ið hevur serligan jarðfrøðiligan áhuga, men at geoparkin kortini skal fevna um allar Føroyar, skrivar Mentamálaráðið.

Av tí, at Geoparkirnar samstarva og deila vitan í einum netverki, høvdu vit soleiðis komið inn í eitt sterkt netverk – og vit kundu lært av royndunum hjá hinum limalondunum.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, fegnast um, at stig verða tikin til at seta eina geopark á stovn í Føroyum.

- Tað hevur stóran týdning, at vit fáa styrkt tilvitið um náttúruna kring okkum, og at ferðavinnan, ið hevur stóran búskaparligan týdning fyri okkum, verður ment á ein burðardyggan hátt. Tað kann eitt netverk sum UNESCO Global Geoparks hjálpa okkum við, sigur Hanna Jensen.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi