Suðuroya Sjúkrahús fingið nýggjan skannara og nýggja røntgen
Ein nýggjur scannarin og ein nýggj røntgen eru komin upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Skannarin er royndarkoyrdur, men bíðað verður eftir einum loyvi frá heilsustýrinum fyri endaliga at kunna brúka hann. Eisini er ein samstarvsavtala við radiografar á Landsjúkrahúsinum ávegis, og tá hetta er komið upp á pláss, kann skannarin brúkast. Roknað verður við, at hetta er alt komið upp á pláss heilt skjótt. Í einari akuttstøðu kann skannarin tó longu brúkast. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast á facebook og sigur hetta verða ein stóran bata fyri sjúklingar, sum eisini gevur sjúkrahúsinum møguleika at veita enn fleiri tænastur.
- Tað er hugaligt, at virksemi er í stórum vøkstri og at tænastur leggjast til. Sjúkrahúsið er í støðugari menning. borgarunum at frama, sigur Sirið Stenberg.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











