Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Gerhard Lognberg: Stórreiðarin í Klaksvík fór við fiskinum

Innanlands | 12/06-2019 10:00

Stórreiðarin í Klaksvík Hanus Hansen, sum javnan hevur gramt seg um neyð og elendigheit, fer til teir, sum eiga hesar bátarnar og sigur, um vit fáa fiskin til Klaksvíkar, so skulu tit fáa dagar í Barentshavinum frá okkum. Lesa alt her, sum Gerhar skrivar

Takk Javnarðarflokkurin og Tjóveldi

Ja, nú í morgun bórust tey døpru tíðindini, at flakavirkið Sandoy Seafood letur aftur.

Grundin er, eingin ráðvøra til virki í Sandoynni/Skopun

Tillukku Tjóveldi og Javnaðarflokkurin.

Eingin menningarkvota til Sandoynna, men nógvur fiskur fer í kontainarnar og beinleiðis av landinum óvirkaður

Nógv hevur verið reklemerað við, at nú fór man at javna út og navnið “Menningarkvota” varð hálovað, eisini vit í Sandoynni sóu ljósið, nú fór alt at verða gott.

Men virkið í Skopun, har fólk úr allari sýsluni arbeiða, er spakuliga avhøvdað, so nú fór síðsti blóðdropin.

Men hvussu skitið er okkara samfelag?

Eg hoyrdi nú um dagarnar, at Sandoy Seafood hevur havt onkrar bátar, sum hava avreitt til virkini.

Hvat hendir

Stórreiðarin í Klaksvík Hanus Hansen, sum javnan hevur gramt seg um neyð og elendigheit, fer til teir, sum eiga hesar bátarnar og sigur, um vit fáa fiskin til Klaksvíkar, so skulu tit fáa dagar í Barentshavinum frá okkum.

Eiga tit so nógvar dagar í Barentshavinum, at tit kunnu egna við teimum? Eg rokni við at hetta var mønustingurin hjá virkinum. Eg hevði ynskt at keldan til hetta fór at traðka fram uttan, at eg skal røpa hana.

Í mínum innleggi til Kringvarpið, har eg nevndi um býtið við barentshavstosk og upsa av føroyagrunninum, men tað valdi Kringvarpið at sensurerað. Eingin skal forða mær mítt talufrælsi, vit tosa um fólksins ogn, ella er hon nú tað.

Hetta er at rokna sum stríðið ímillum David og Goliat, peningurin í Føroyum, hann avgerð alt og hana eiga nøkur fá.

Hanus, um hetta ikki passar, so kann tú skriva tað, og eg skal umhugsa at skriva kelduna til hetta alment.

Hvat hendir í okkara landi. Eru vit spakuliga aftur í tíðini, er tað bátsbandið. ið hevur góðar dagar í Føroyum.

Nei í Føroyum er tað tíðanverri so, tað eru nakrir fáir føroyingar, ja, sum eiga alt, allan kapital. Og tað er hann, sum stýrir øllum, alt verður uppkeypt.

Eg missunni tykkum einki, men eg sigi sum stendur í sanginum, “Eg havi væl loyvi at liva, ja, líkaso væl sum tú”.

Tíðanverri, í dag fara 60 fólk út av virkinum - uppsøgd. Hetta er meira enn harmuligt

Eingin fiskur til virkið í Skopun, eingin menningarkvota, teir um eiga skip og virkir, teir stýra øllum.

At flakavirkið í Skopun, sum var veruleiki á vári í 1968 fer, at reisa seg aftur, tað trúgv havi eg á Harran Jesus, at vit eru ikki gloymd í Sandoynni.

Nei, eg gevist her, men komi aftur og ætli mær ikki at leggja fingrarnar ímillum, tí Føroyafólk eigur ongan góða.

Gerhard Lognberg
borgarstjóri
Skopun


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi