Leirvík og Djúpini síggjast nú um allan heimin
Eitt av 750 vevmyndatólum, sum síggjast á kendu heimasíðuni Skyline Webcams, stendur nú í Leirvík.
Kenda heimasíðan Skyline Webcams, sum vísir livandi myndir úr øllum heiminum, hevur sett eitt myndatól upp omanfyri bygdina í Leirvík. Tað skrivar Eysturkommuna.
Fyri eini tíð síðani fekk Eysturkommuna ein fyrispurning frá Skyline Webcams, um at fáa eitt vevmyndatól, sum vísir útsýni yvir Leirvík og norður í Djúpini. Nú er myndatólið sett upp.
Skyline Webcams er ein heimasíða, sum eini 60 mió. fólk vitja hvønn mánað. Á síðuni síggjast myndir frá 750 vevmyndatólum á kendum støðum so sum Rom, New York, Prag, Milano, Madrid, Athen, Las Vegas, Rio de Janeiro – og nú eisini Leirvík.
Útsýnið yvir bygdina og norður gjøgnum Djúpini er sera vakurt, og tey vitjandi kunnu í hvussu so er gleða seg til at sleppa at síggja tey vøkru summarkvøldini, tá sólina setir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











