Fróðskaparsetrið: 23 søktu inn á nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði
Umleið 14 verða tikin upp.
23 lesandi hava søkt inn á nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út. Umsóknarfreist til útbúgvingina var leygardagin 1. juni á midnátt.
Av teimum 23 innkomnu umsóknunum eru 15 til Ritlist og 8 til Tónlist, sigur Fróðskaparsetrið.
Sambært ætlanini og lýsingini av útbúgvingini verður pláss fyri umleið 7 lesandi á hvørjari leið, men talið kann hækka ella lækka eitt sindur eftir talinum og dygdini á umsóknunum.
Umframt miðnámsskúlaprógv skuldu umsøkjararnir senda inn dømi um egið avrik og ein listaligan profil, sum í stuttum lýsir umsøkjaran sum listafólk.
Upptøkunevndir fara nú at meta um umsóknirnar, sigur Fróðskaparsetrið. Viðgerðin av umsóknunum verður liðug seinni í hesum mánaðinum, og umsøkjararnir fáa fyrst í juli mánaði at vita, um tey eru tikin upp.
Nýggja útbúgvingin er ein tvey ára diplomútbúgving.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











