Semir Hadzibulic er aftur bláur
Eg eri sera fegin um at koma aftur til KÍ. Eg havi verið í samband við feløg í Íslandi, men eg valdi KÍ tí Klaksvíkin følist sum mítt annað heim.
Semir kom á fyrsta sinni til KÍ í 2016 og var her til og við 2018 har hann var ein týðandi leikari á liðnum.
Á heysti í 2018 valdi Semir at fara leiðina heim aftur av persónligum ávum.
Men nú kunnu vit boða frá at Semir Hadzibulic hevur valt at koma heim aftur til Klaksvíkar og KÍ.
Semir sigur í stuttari viðmerking við KÍ:
Eg eri sera fegin um at koma aftur til KÍ. Eg havi verið í samband við feløg í Íslandi, men eg valdi KÍ tí Klaksvíkin følist sum mítt annað heim.
Semir kemur til Føroya fyrsta dagin og byrjar at venja við beinanvegin. Hann verður eftir ætlan klárur til Europa League dystin í Gundadali tann 27 juni.
ki.fo
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur