Nú verður vátari veður
Veðrið frá DMI
Veðurlagið:
Eitt hátrýst yvir Íslandi førkar seg í ein útsynning meðan eitt lágtrýst yvir Bretlandi dýpist. Í nátt kemur eitt brúgvalag framvið Føroyum av eystri. Síðani verður meira óstøðugt veður við regni og ælaveðri av og á.
Veðurvánirnar:
Frískur vindur til hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Tað verður skýggjað og seinnapartin fer at regna. Í nátt snarar ættin í eystan, og tað verður andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað verður framvegis skýggjað og regn. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 4 og 8 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Andøvsgul til strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s. Tað verða sólglottar, men eisini æl av og á. Hitin fer at liggja millum 7 og 11 stig.
Veðrið leygardagin:
Gul til frískan vind av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Tað verður nakað av sól ella sólglottar, men eisini einstøk æl. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.
Veðrið sunnudagin:
Gul til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Móti kvøldi verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s. Tað verður skýggjað og út á dagin fer at regna. Seint um kvøldið slítur í aftur. Hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig.
Veðrið mánadagin:
Lot til andøvsgul av landsynningi ella av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Tað verða sólglottar, men eisini æl. Hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig.
Veðrið týsdagin:
Lot til andøvsgul millum sunnan og vestan, 2 til 7 m/s. Tað verða sólglottar og einstøk æl. Hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











