Eldur í norskum tangaskipi í Omanvíkini
Støðan er ógreið og onkur tíðindi vilja vera við, at eldur er í tveimum skipum.
Eitt oljuskip í Omanvíkini sendi í morgun út neyðarkall, eftir at eldur var komin í skipið. Sambært Bloomberg er talan um tangaskipið Front Altair, sum felagið Frontline, hjá norðmanninum John Fredriksen, eigur. Ikki er greitt, hví eldur er komin í skipið.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at eldur er eisini í einum øðrum tangaskipi í Omanvíkini. Sagt verður, at manningarnar eru fingnar av báðum skipunum.
Bretska sjóverjan sendi í morgun út eina ávarðing um, at ein “ikki ítøkiliga lýst hending” hevur verið í Omanvíkini, skrivar tíðindastovan AP. Sambært tíðindastovuni mælir sjóverjan til serliga stórt varðsemi í økinum.
USA hevur fyri nøkrum vikum síðani lagt Iran undir at hava gjørt seg inná tvey saudiarabisk tangaskip í økinum, men Iran hevur víst hesum atfinningunum aftur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











