Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

BankNordik bjóðar nýhugsandi fyritøkum nýggjan fíggingarmøguleika

Innanlands, Vinnulív | 13/06-2019 12:30

ES-skráin “InnovFin” veðheldur fyri 50% av lánsupphæddini

Nú verður lættari hjá nýhugsandi fyritøkum at fáa fígging til nýskapandi verkætlanir. BankNordik boðar í dag frá, at bankin, sum tann fyrsti peningastovnurin í Føroyum og Grønlandi, hevur gjørt avtalu við Europeiska Íløgugrunnin, EIF, ið gevur bankanum møguleika at veita nýhugsandi fyritøkum lán við lagaligum treytum.

“Avtalan millum BankNordik og EIF loyvir BankNordik at veita vinnukundum nýggj lán við kappingarførum treytum og veðhaldi úr ES-skránni “InnovFin”, ið hevur til endamáls at bøta um fíggingarmøguleikarnar hjá smærri og miðalstórum fyritøkum í Evropa,” sigur bankin.

Við avtaluni ber til hjá BankNordik at veita vinnukundum nýggj lán fyri samanlangt 300 mió. krónur, meðan InnovFin veðheldur fyri 50% av lánsupphæddini, ið verður latin.

BankNordik skal viðgera allar lánsumsóknir til tess at tryggja, at lántakarar lúka ásettu treytirnar í InnovFin.

Fíggja verkætlanir sum geva framhaldandi vøkstur

InnovFin stuðlar nýskapandi verkætlanum, annaðhvørt talan er um fígging til íverksetarafyritøkur ella ítøkiligar verkætlanir, har ein fyritøka hevur í hyggju at seta í verk nýskapandi ella burðardyggar framleiðsluhættir, mannagongdir, vørur ella tænastur.

“BankNordik fer at veita fígging til verkætlanir, sum verða mettar at geva eitt íkast til framhaldandi vøksturin í fyritøkuni,” sigur bankin.

Ein vanlig kredittmeting av fyritøkuni verður, sum altíð, ein partur av viðgerðini av lánunum við InnovFin-veðhaldi.

InnovFin er partur av evropiska granskingarsamstarvinum Horizon 2020, ið Føroyar rinda eitt árligt luttøkugjald til, og sum gevur Føroyum atgongd til stuðul úr felags ES-játtanini.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi