Apoteksverkið fingið nýggja heimasíðu
Á nýggju heimasíðuni hjá Apoteksverkinum finnur tú kunning um apotekini kring landið, tænastur sum Apoteksverkið bjóðar umframt hópin av tilfari viðkomandi fyri heilsutænastur, sum Apoteksverkið bjóðar. Tað boðar Apoteksverkið frá í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnir.
Á nýggju heimasíðuni kanst tú lesa um eitt nú:
- hvussu heilivágur verður framleiddur í Føroyum
- hvussu tú fært stuðul til heilivág
- hvat tú kanst gera, um tú hevur hoyfepur, leyst lív, bløðrubruna, kambfjarðar o.s.fr.
- hvussu tú kanst fáa eina heilsukanning á apotekinum
- hvussu tú burturbeinir gamlan heilivág
- hvussu tú kanst ferðast við heilivági
- starvsmøguleikar á Apoteksverkinum
- upplatingartíðir hjá apotekunum kring landið
- og mangt annað.
Harafturat kanst tú lesa um góð ráð og praktiska vitan, sum hevur við heilsuna at gera hjá børnum – alt frá nýføðingum til størri børn – barnakonum, eldri fólki, djórum, fyribyrging, kosti ella um tú fert út at ferðast.
Við nýggju heimasíðuni ynskir Apoteksverkið at bjóða eina enn betri tænastu til borgarar á netinum. Umframt upplýsingar um heilivág og heilsutænastur frá apotekunum kann diabetes útgerð nú bíleggjast á netinum. Nýggi læknaportalurin á heimasíðuni hevur eisini serliga kunning til læknar.
Nýggja heimasíðan kann vitjast á www.apotek.fo.
Mest lisið í farnu viku

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

R7 eisini rakt av fútabanni

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið

TALUFRÆLSI

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











