Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Líkt er til, at tvey tangaskip vórðu álopin í morgun.
Í Iran stúra tey fyri støðuni í Persaraflógvanum, eftir at tvey tangaskip fyri aðru ferð innanfyri ein mánað eftir øllum at døma vórðu álopin í morgun.
Manningarnar fór av tveimum tangaskipum á leiðini millum Iran og Oman, tí skipini vórðu rakt av spreingingum.
Eldur kom í annað skipið, og onkrar keldur vilja vera við, at skipið er sokkið, meðan aðrar keldur hava avsannað hesi tíðindini.
Skipið sum eldur kom í var norskt, meðan hitt skipið sigldi undir Panama-flaggi.
Støðan er spent
Hendingarnar í morgun kynda enn meira undir ta frammanundan spentu støðuna í Persaraflógvanum. Fyri einum mánaði síðani vórðu fýra onnur skip álopin í havnabýnum Fujairah í Sameindu Arabisku Emiratunum.
USA og Saudi Arabia skuldsettu tá Iran fyri at standa aftanfyri álopini, og lítið er at ivast í, at Iran aftur hesaferð fer at teljast millum tey, sum verða undir illgruna fyri tað, sum eftir øllum at døma var eitt álop.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur