Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vinnan skal hava tryggar langtíðarkarmar 

Innanlands | 17/06-2019 08:30

Vinnan skal hava tryggar langtíðarkarmar 

Ein komandi samgonga skal geva vinnuni tryggar karmar, ið beina vinnuliga ótryggleikan, sum valdar í dag, av vegnum

Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á eitt frælst og vælvirkandi vinnulív, sum hevur tryggar langtíðarkarmar at virka undir. Vinnan skal altíð vita, hvat næstu árini hava at bjóða – eitt nú av skattum og avgjøldum frá tí almenna. Vinnufyritøkur skulu trygt kunna raðfesta sínar íløgur í álítandi langtíðarkørmum, tí harvið ber til at hugsavna seg um virksemið, sum er at skapa vøkstur, arbeiðpláss og ikki minst framburð í fyritøkuni og í føroyska samfelagnum. Í longdini skapar hetta eisini størsta avkastið til landskassan við skattum og gjøldum. 

Verandi vinstrasamgonga við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hevur í ólukkumát víst ein vinnufíggindaligan politikk seinastu fýra árini. Sitandi samgonga hevur álagt vinnulívinum munandi meirgjøld í árunum 2015 - 2019. Mest hevur verið tosað um øktu gjøldini á fiskivinnuna, har hesi gjøld eisini hava skapt stóran ótryggleika og minkandi íløguhug í t.d. nýbygging av einum aldrand fiskiflota.

Men vit mugu ikki gloyma, at henda vinstrasamgongan eisini hevur lagt nógv onnur gjøld á allar aðrar vinnufyritøkur í landinum. Fyritøkur so sum framleiðsluvirkir, tænastuvirkir, handlar, peningastovnar, ferðavinnnufyritøkur, bilasølur, frisørar, el-fyritøkur, byggifyritøkur, flutningsfyritøkur – og vit kundu hildið áfram. Felags fyri allar hesar fyritøkur er, at tær allar hava fingið munandi økt almenn gjøld seinastu fýra árini. 

Úr rúgvuni av gjøldum kann nevnast kringvarpsgjaldið, sum allar fyritøkur skulu gjalda, sjálvt um allir føroyingar frammanundan rinda kringvarpsgjald yvir skattin. Eisini hava munandi økingar í gjøldum verið í sambandi við lønarflytingar. Her er talan um munandi hækkingar í AMELG-gjaldi og hækking av heilsutrygdargjaldi. Onnur gjøld, sum sitandi samgonga hevur hækkað, eru: Økt tinglýsingargjøld, økt umhvørvisgjøld, økt bensin- og dieselavgjald, økt vektavgjald á bilar umframt økt nýtslugjøld frá almennum stovnum. Øll hesi gjøld á vinnuna hava givið munandi meirútreiðslur, sum hava minkað kappingarførið hjá vinnuni.

Tað valdar ein stórur ótryggleiki hjá øllum fyritøkum í Føroyum í dag. Hvat kann ein vinstrasamgonga ikki hugsast at koma við av nýggjum gjøldum á vinnuna, um henda samgonga aftur kemur til valdið eftir valið? Sporini farnu fýra árini ræða, og vinnufyritøkur hava ikki gott í væntu, um verandi samgonga sleppur at halda fram við sínum vinnufíggindaliga politikki eftir valið. Óivað koma nógv fleiri tyngjandi gjøld i ljósmála, um vintraflokkarnir á tingi fáa møguleikan at skipa samgongu eftir summarfrítíðina, og tá verður kappingarførið hjá føroyska vinnulívinum avlagað uppaftur meira komandi árini. 

Fólkaflokkurin ynskir, at føroyska vinnan hevur tryggar og langtíðarkarmar at virka undir. Tá kunnu vinnufyritøkur blóma og skapa vøkstur, arbeiðspláss og framburð í føroyska samfelagnum. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg verði valdur á Føroya Løgting

Birgir NielsenValevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi