R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Sending um og úr Sjóvar Kommunu. Vit fara í sendingini í dag at tosa við fólk á staðnum, um lokal viðurskiftir.
Vit fara at tosa við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood, og vit hava eisini verið til garðdag í barnagarðinum Lítlafløtti.
Í dag lýsir kirkjuráðið við garðdegi, har ætlanin er at rudda rundanum kirkjuna, mála ymiskt, umvæla flagtekjuna o.s.fr. Tað fara vit eisini at tosa um.
Norrøna hevur í vikuskiftinum verið sín árliga Gospel-túr, og har vóru nógvir strandingar við. Vit fara at tosa eitt sindur um túrin, og um kórið Effata.
Vit fara eisini at tosa um teldufyritøkuna Qodio, sum fyri stuttari tíð síðani er flutt til Strendur, og at enda kemur Ragnar Danielsen at tosa um eina bók, sum hann um stutta tíð fer at geva út, við eitt sindur øðrvísi lokalum søgum.
______________________________
Við Sjóvarmálan er annanhvønn mánadag klokkan 13:00, endursent morgunin eftir klokkan 07:30.
Helgi Abrahamsen leggur til rættis.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











