Reiðarar úr øllum heiminum í Føroyum
International Chamber of Shipping, ICS, hevði mikudagin og hósdagin í farnu viku aðalfund á Hotel Føroyum. Reiðarafelagið fyri Handilsskip var vertur og skipaði í sambandi við aðalfundin eisini fyri ferð út í Tindhólm og undir Sørvágsbjørgini og fyri døgurða á Hotel Hafnia, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum Poul Michelsen sýndi ta vælvild at luttaka. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
ICS er fremsta altjóða vinnugreinafelagið fyri handilsskipareiðarar og umboðar yvir 80 % av altjóða handilsflotanum. ICS umboðar reiðarar í IMO og í øðrum viðkomandi felagsskapum. Tað er eisini ICS, sum á hvørjum ári ger ta viðurkendu Flag State Performance Table, ið ger upp góðskuna á altjóða skipaskráunum, og har Føroyska Altjóða Skipaskráin liggur millum tær allarbestu, skrivar Vinnuhúsið.
Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, fegnast, sambært Vinnuhúsinum, um høvið at vera vertur fyri ICS aðalfundinum 2019. Tað hevur týdning, at vit við at bjóða starvsfeløgum úr øllum heiminum hendavegin vísa, at Føroyar eru eitt framkomið samfelag, sum eisini innan shipping hevur eina nútímans og kappingarføra vinnu og eitt regluverk á altjóða støði.
Til ber at lesa meira um ICS, ársfrágreiðingin hjá ICS og Flag State Performance Table umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











