Handverksmeistarar fingið tryggingaravtalu við Lív
Føroya Handverksmeistarafelag hevur undirskrivað tryggingaravtalu við Lív, sum inniber, at allir limir felagsins nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum.
Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur leingi arbeitt fram ímóti einari smiðligari avtalu, sum tryggjar limirnar, sum annars, sum arbeiðsgevarar, hava trupul tryggingarkor, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Petur Frank Joensen, næstformaður, hevur vegna felagið staðið fyri arbeiðinum at fáa til vega tryggingaravtaluna, soleiðis at handverksmeistarar nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum.
”Tað eru nógv viðurskiftir, sum skulu koma uppá pláss, áðrenn ein slík avtala kann gerast. Tí byrjaðu vit í Eysturoynni, soleiðis at vit hava royndarkoyrt avtaluna í Eysturoyar Handverksmeistarafelag í eitt ár áðrenn avtalan nú kemur í gildi fyri allar handverksmeistarar í Føroyum” sigur Petur Frank Joensen, sambært Vinnuhúsinum.
Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag, Magnus Magnussen, fegnast um at kunnu bjóða handverksmeistarum lívstrygging.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











