Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Sending um og úr Sjóvar Kommunu. Gestir: Jógvan Gregersen, Sangkórið Effata, teldufyritøkan Qodio og Ragnar Danielsen.
Vit tosa við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood, og vit hava eisini verið til garðdag í barnagarðinum Lítlafløtti.
Í dag lýsir kirkjuráðið við garðdegi, har ætlanin er at rudda rundanum kirkjuna, mála ymiskt, umvæla flagtekjuna o.s.fr. Tað tosa vit eisini um.
Norrøna hevur í vikuskiftinum verið sín árliga Gospel-túr, og har vóru nógvir strandingar við. Vit tosa eitt sindur um túrin, og um kórið Effata.
Vit tosa eisini um teldufyritøkuna Qodio, sum fyri stuttari tíð síðani er flutt til Strendur, og at enda kemur Ragnar Danielsen at tosa um eina bók, sum hann um stutta tíð fer at geva út, við eitt sindur øðrvísi lokalum søgum.
______________________________
Við Sjóvarmálan er annanhvønn mánadag klokkan 13:00, endursent morgunin eftir klokkan 07:30.
Helgi Abrahamsen leggur til rættis.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra sendingina.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur