Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein KT-feilur kann hava havt avgerandi týdning fyri fleiri revsidómar í Danmark

Uttanlands | 18/06-2019 10:00

Umleið 10.000 mál mugu kannast av nýggjum.

Umleið 10.000 revsimál í donsku rættarskipanini mugu nú kannast av nýggjum, eftir at tað er komið fram, at feilur hevur verið í skipanini, sum løgreglan nýtir til at viðgera upplýsingar frá fjarskiftisfyritøkum.

“Tað merkir, at tað í ringasta føri kunnu vera hend brot á rættartrygdina,” sigur Trine Maria Ilsøe, sum er rættartíðindafólk hjá Danmarks Radio.

“Hetta kann møguliga gerast ein stór gøla. Talan er um eina KT-skipan, sum ikki hevur virkað. Eina KT-skipan sum í ringasta føri hevur havt týdning fyri, um persónar eru dømdir ella fríkendir,” sigur Trine Maria Ilsøe.

KT-skipanin, sum talan er um, broytir upplýsingar frá samskiftisfyritøkum, soleiðis at tær kunnu samanberast og nýtast í rættarmálum. Men ein feilur í skipanini kann hava havt við sær, at ein partur av grundtilfarinum ikki er komið víðari til viðgjørda tilfarið, og tí hevur løgregla, ákærar, verjar og rætturin ikki havt allar upplýsingar tøkar í rættarmálum.  

Skal prógva hvar fólk eru stødd

Skipanin verður brúkt, tá løgreglan skal prógva, at ein persónur hevur verið á einum ávísum staði eitt ávíst tíðarskeið. Tá kunnu upplýsingar frá samskiftisfyritøkum nýtast, fyri at síggja, nær telefonin hjá viðkomandi koblaði til eina ávísa samskiftismastur.

Feilurin í skipanini hevur gjørt um seg í tíðarskeiðinum frá 2012 til mars í ár, og talan kann vera um avgerandi upplýsingar, sum eru lagdir burturúr.

Byrja at kanna mál hjá fongslaðum persónum

Ríkisákærin og Ríkisløgreglan kanna nú øll málini av nýggjum, har KT-feilurin kann hava havt týdning, og byrjað verður við málum, har tann ákærdi ella dømdi situr fongslaður.

Talan er um umleið 10.000 revsimál, har samskiftisupplýsingar hava verið partur av málinum.

Tað at upplýsingar ikki eru komnar við, kann hava avgerandi týdning fyri málið, sigur Trine Maria Ilsøe, rættartíðindafólk, við DR.

“Vit hava sæð mál, har ákærumyndugleikin hevur sagt, at til ber at prógva, at ein persónur hevur verið á ávísum staðið eitt ávíst tíðarskeið. Men hvat nú, um upplýsingar mangla um, hvar persónurin hevur verið ein tíma seinni, um tað er avgerandi fyri tann ákærda?” spyr hon.

Samskiftisupplýsingar verða serliga nýttar í málum viðvíkjandi rokkara-, banda- og narkoumhvørvinum umframt í drápsmálum.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi