Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

USA sendir 1.000 hermenn til Miðeysturs

Uttanlands | 18/06-2019 10:34
Sambært Pentagon vísir henda myndin iranskar hermenn, sum fáast við eina minu við eitt av álopnu tangaskipunum.

Spenningurin økist millum USA og Iran, og nú sendir USA 1.000 hermenn til Miðeysturs.

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, fer at senda 1.000 hermenn til Miðeysturs. Virkandi verjumálaráðharrin, Patrick Shanahan, kallar avgerðina fyri eina roynd at “økja um trygdina við amerikansk áhugamál” í økinum, skrivar tíðindastovan AP.

Avgerðin um at senda fleiri hermenn til Miðeysturs kemur samstundis sum spenningurin millum USA og Iran økist.

USA hevur lagt Iran undir at standa aftanfyri álopini á tvey tangaskip í Omanvíkini í farnu viku, men Iran noktar fyri at hava havt nakað við hendingarnar at gera.

USA hevur frammanundan dubba seg nógv í Miðeystri, síðani Donald Trump, forseti, tók avgerð um at taka USA úr altjóða avtaluni um kjarnorkuætlanina hjá Iran.

“USA roynir ikki at skapa stríð við Iran. Okkara gerðir skulu síggjast sum ein trygging av trygdini hjá okkara fólkum í øllum økinum, og sum eina verju av okkara flota,” segði Patrick Shanahan, verjumálaráðharri.

Ein talsmaður hjá Iran segði í gjár, at landið fer at økja um ríkanina av urani við upp til 20 prosentum, sum avleiðing av, at USA hevur sett fleiri strangar revsiatgerðir  í verk móti iranska búskapinum og móti londum, sum innflyta iranska olju.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?
TALUFRÆLSI
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi