Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Øssur Winthereig til veðurlagsverkfallið

Innanlands | 22/06-2019 22:00

"Eisini vit eru partur av ringrásini" var yvirskriftin av røðuni hjá Øssur Winthereig til veðurlagsverkfallið í gjár. Røðan kan lesast niðriundir: 

Takk fyri hetta høvið.

Góðu tit! Sonur mín Jens Brandur stóð her fyri nøkrum vikum síðani og segði, at vit hava bara eina jørð, og man kann ikki bara keypa eina nýggja á ebay.

Ja, vit hava bara eina jørð og hana hava vit havt leingi og góðu børn, ung – kvinnur og menn – hana fara tit at hava leingi afturat.Og orsøkin er, at alt fleiri taka lógvatak saman um at vinna á teimum vandum, sum vit í løtuni síggja hanga sum myrk skýggj í framtíðini. Men tá sólin skínur hvørva skýggini.

Og tað er tað, sum vit skulu krevja, at hóttandi vandar vera tiknir í álvara. Vit mugu ikki seta okkum afturá, men krevja átøk, sum peika longur fram enn til at banna plastikk-súgvirørum. Og vit mugu sleppa undanførslunum: at vit eru so smá – og okkara lutur ger ongan mun.

Eg hoyrdi ein tónleikaprofessara hugleiða um endamálið við tónleiki. Hví er tónleikur til í heiminum? Hvat er endamáli við tónleik – um nakað er? Í fyrsta lagi kunnu vit siga orð, sum undirhald, hugni, stuttleiki... men tað sum hesin professarin eisini nevndi sum ein møguleika er, at tónleikur er eitt altjóða mál, sum limar okkum inn í størri felagsskapir. Og vit menniskju vilja fegin vera partur av onkrum felagsskapi – vit brúka fleiri hættir at royna at lima okkum upp í felagsskapir – og kanska er tónleikur ein. Tá vit hoyra tónleik gerast vit partur av einum størri felagsskapi og djúpt í okkum veksur ein felagskensla, sum gevur okkum lívsgóðsku og lívsmót og lívssvongd.

Hví hava vit føroyskan dans – hvat er endamálið? Og felagssangin – her á Vaglinum og í heila tikið? Vit vilja vera partur av felagsskapinum – dansurin ella sangurin framleiða eina megi, sum blæsir eyka lív inn í lívið. Gevur okkum lívssvongd. Og tað verður lívssvongdin sum ger, at vit fara at eiga hesa jørðina longur enn ebay verður til.
Føroya Náttúru- og umhvørivisfelag og Ringrás hava trúliga staðið her og mint okkum á ikki at vera líkasæl. Ringrás – sum er orðið fyri at alt hongur saman - endin er partur av byrjanini, um yvirhøvur nakar endi er og um yvirhøvur nøkur byrjan er. Takk fyri tykkara áhaldni – takk fyri at tit taka ung og gomul við.

Føroyski dansurin er tann menniskjaliga ringrásin. Dansurin – ringrásin - sum onga byrjan hevur og ongan enda. Afturvendandi ringrásin har vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni, hvørja ferð vit síggja tey koma fram við okkum. Vit hyggja viðurkennandi í eyguni á teimum vit dansa fram við – vit eru í sama dansi. Og onkuntíð trína vit eitt eyka fet fram móti hvørjum øðrum, lova øðrum uppí, og øll kunnu kvøða við niðurlagnum.

Og her kundu vit so spurt – ger føroyski dansurin yvirhøvur nakran mun í øllum heiminum. Sum tá spurt verður, ger tað nakran mun, um vit í Føroyum velja at gera okkara fyri at verja umhvørvið og forða fyri veðurlagsbroytingunum.
Verður heimurin eitt betri stað at liva í, tí vit dansa føroyskan dans, lurta eftir Føroya Symfoniorkestri, syngja felagssang á ólavsøku ella lurta eftir Eivør.

Verður heimurin eitt betri stað um eisini vit í Føroyum gerast partur av tí rørslu, sum ikki longur vil finna seg í tí oyðileggjandi líkasælu, sum sæst í óendaliga ynskinum um vøkstur og forbrúk?

Vit kunnu siga, at føroyski dansurin, Føroya Symfoniorkestur, Eivør og Týr lima okkum inn í felagsskapir: tann lítla í dansistovuni, í onkrum føri felagsskapir, sum røkka um landamørk og – tað sum hevur sera stóran týdning – limar okkum inn í felagsskapir, sum ikki bara røkka yvir støð og landamørk, men sum røkka yvir tíð – felagsskapir, sum røkka yvir ættarlið, ja yvir fleiri ættarlið. Vit gerast partur í ringrásini, sum røkkur út um okkum sjálvi.

Vit spyrja ikki bara út í tóman heim, hvønn týdning tað hevur, at tey skipa ”Herr Sinklar” í dansistovuni í Skopun. Men lat okkum síggja hetta sum ringrásina – ringrásin inni í dansistovuni, ringrásin millum ættarlið, ringrásin millum mennisku – ringrásin sum bæði gongur yvir tíð og stað – og ger okkum til ein part av einum størri felagsskapi eini størri og víðari ringrás. Og blæsir nýtt lív í okkum. Gevur okkum lívssvongd.

Og tá ber til at seta lívið – eisini í lítlu Føroyum – í eitt perspektiv, sum er nógv størri enn um lítlu Føroyar skulu skáka sær undan ábyrgd, tí vit ger ongan mun.

Hetta skulu vit hava í mentu, tá vit hugsa um okkara jørð, sum vit og tit skulu hava leingi afturat. Vit mugu ikki sleppa felagsskapinum ella skíta á felagsskapin – vit skulu leggja doyðin á, at vit eru ein partur av tí stóru ringrásini. Nú mugu vit tala teimum beint ímóti, sum siga, at vit eru so smá, at vit ongan mun gera.

Tey, sum siga hetta, hava mál, sum ikki skapa felagsskapir tvørtur um ættarlið, tey lima ikki okkum og okkara børn inn í ein størri felagsskap aðrastaðni í heiminum í dag. Tey vilja lima okkum burtur úr felagsskapinum – burtur úr ringrásini. Vit skulu ikki bara spyrja, hvønn mun ger tað fyri heimin, um vit ikki leggja um til meiri grøna orku. Vit skulu tvørturímóti síggja tann stóra felagsskapin, sum ábyrgdarfullur politikkur limar okkum inn í. Og ta ringrásina, sum vit eru partur av. Og júst tað fer bæði at gera mun og blása lív í okkara felagsskap. Lívið – tað farna, tað verandi og tað komadi - verður partur av ringrásini. Og tora vit at liva soleiðis – fara børn og abba- og ommubørn okkum at hava jørðina nógv ættarlið afturat.

Men summi kunnu meiri enn onnur – einsamøll kunnu vit okkurt, í felag kunnu vit okkurt annað. Men nú tað stundar til løgtingsval, so eiga vit at krevja, at tey, sum fara at bjóða seg fram greitt siga, hvussu tey vilja lima Føroyar inn í teir felagsskapir, sum arbeiða fyri eini jørð, sum ikki háknar undir avleiðingunum av gramleika, dreyminum um óendaligan vøkstur og ovurnýtslu.

Vit skulu - sum í føroyska dansinum – hvørja ferð vit síggja vinir og fólk í øðrum londum í eyguni, tá skulu vit kunna siga, at vit eisini eru við í tí felagsskapinum, sum ikki skákaði sær undan, men sum tók avbjóðingarnar í álvara. Og tá kunnu vit eisini síggja komandi ættarlið í eyguni og trína eitt fet fram.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi