Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

BankNordik letur tvey útbúgvingarlegat til norðuratlantiska studentaflokkin

Innanlands, Mentan | 25/06-2019 22:00


BankNordik hevur latið 16 ára gomlu Angelu Djurhuus úr Kollafirði og Fenju Poulsen úr Havn eitt útbúgvingarlegat í sambandi við nýggja norðuratlantiska studentaflokkin, ið byrjar eftir summarfrítíðina. Báðar hava fingið 75.000 kr. í útbúgvingarlegati hvør.

Nýggja útbúgvingin gevur ungum í Norðuratlantshavi møguleika at nema sær eina heilt serliga og fjølbroytta studentsútbúgving, samstundis sum tey lesandi fáa høvi at búgva í fleiri londum og uppliva ymiskar mentanir.

Skúlagongdin tey trý útbúgvingarárini verður nevniliga býtt millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland.

Av tí at tey lesandi fara at hava útreiðslur til vistarhald og ferðing millum tey ýra londini, letur BankNordik til samans 150.000 kr. í útbúgvingarlegati, ið skal lætta um fíggjarligu byrðuna hjá teimum ungu. Fenja Poulsen og Angela Djurhuus, sum báðar søktu legatið til útbúgvingina, eru fegnar um fíggjar- liga stuðulin frá BankNordik í lestrartíðini, og tær gleða seg til skúlabyrjan.

“Tað er sera spennandi at sleppa uttanlands at lesa og samstundis kunna ferðast og uppliva eina rúgvu”, sigur Fenja. Eisini Angela væntar sær eina spennandi skúlagongd í norðuratlantiska studentaflokkinum. “Eg havi valt júst hesa útbúgving, tí hon gevur mær møguleika at royna nakað áhugavert og øðrvísi, samstundis sum eg vóni at fáa vinfólk úr ymiskum londum,” sigur Angela, sambært tíðindaskrivið frá BankNordik

Eftir summarfrítíðina fara Fenja og Angela saman við hinum 30 næmingunum í norðuratlantiska studentaflokkinum til Danmarkar, har tær skulu ganga í 1.g. Í 2.g gongur leiðin til Kambsdals í Føroyum og harnæst til Íslands, og síðani skulu tær skulu ganga í 3.g í Grønlandi.

Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiski studentaflokkurin verður royndur. Til ber at lesa meira um útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi