Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Mette Frederiksen verður forsætismálaráðharri

Politikkur, Uttanlands | 26/06-2019 09:45

Einflokkastjórn við trimum stuðulsflokkum, og einki samgonguskjal.

Forkvinnan í Sosialdemokratiska flokkinum í Danmark, Mette Frederiksen, verður nú forsætismálaráðharri. Tað blivu flokkarnir, sum seinastu vikurnar hava samráðst um nýggja stjórn, samdir um seint í gjárkvøldið. 

Flokkarnir sum stuðla stjórnini eru Sosialdemokratarnir, SF, Eindarlistin og Radikali Vinstri. Men allir flokkarnir verða ikki partur av stjórnini, tí talan verður um eina reina Sosialdemokratiska stjórn, har hinir flokkarnir bara verða stuðulsflokkar. 

Einki samgonguskjal

Eitt serligt við nýggju stjórnini er, at hon hevur einki samgonguskjal at arbeiða eftir, men avtalurnar millum flokkarnar eru skrivaðar niður í eitt 18 síður langt skjal, sum flokkarnar kalla eina “felags fatan”.

Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið segði Mette Frederiksen, at talan er ikki um ein lista, sum greinar politikkin út í æsir.

“Hetta er listin, sum skal reka stjórnina, ið eg skal vísa hennara hátign drotningini í morgin,” segði hon.

Leggja nógva orku í grønar loysnir

Um innihaldið í teimum 18 síðunum av “felags fatan”, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum í gjárkvøldið, at grønu málsetningarnir verða raðfestir munandi hægri enn higartil. 

“Vit fara at gera eina veðurlagsætlan, eina bindandi veðurlagslóg, og minka útlátið av vakstrarhúsgassum við 70 prosentum,” sigur hon. 

Allir flokkarnir hava fingið okkurt við í avtaluna

Forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, sigur, at eitt av stórmálunum hjá hennara flokki: Lógarbundna minstakravið av starvsfólkum á dagstovnum, er partur av nýggju avtaluni. 

“Børnini á dagstovnunum fáa ein heilt annan dagligdag eftir hetta,” sigur hon. 

Politiska framsøgukvinnan hjá Eindarlistanum, Pernille Skipper, sigur, at hennara flokkur hevur fingið lyfti um, at fíggjarligi ójavnin í Danmark skal ikki vaksa. 

“Vit hava fingið eitt greitt lyfti um, at berjast skal ímóti ójavnanum. Tá pengar skulu finnast, so skal tað gerast á ein sosialt rættvísan máta,” sigur hon.

Morten Østergaard, formaður í Radikala Vinstra sigur, at semja er gjørd á búskaparliga økinum, sum millum annað hevur við sær, at latið verður upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Eisini er semja um at vraka oynna Lindholm sum fráferðarmiðstøð fyri brotsligar útlendingar, og ein nýggj fráferðarmiðstøð skal skipast fyri børn, ið ikki fáa friðskjól í Danmark. Harafturat skal Danmark aftur taka ímóti eini kvotu av flóttafólkum.

Men eingin loysn er funnin á spurninginum um, hvat skal koma ístaðin fyri Lindholm, og tal er heldur ikki sett á, hvussu nógvum flóttafólkum, Danmark skal taka ímóti. 

Mette Frederiksen sigur, at bert smáar broytingar verða gjørdar í útlendingapolitikkinum

“Á nøkrum økjum - men bara nøkrum - verða nýggir tónar á útlendingaøkinum,” sigur Mette Frederiksen. Hon vísir á broytingarnar sum verða gjørdar, men leggur afturat:

“Tann breiði útlendingapolitikkurin stendur við, eisini við hesi avtaluni. So alt sum snýr seg um at høgga bremsurnar í, familjusameining, brotsmannalið, útvísing av brotsligum útlendingum, og avtalur um ríkisborgararætt og hugburðsbroytingar, stendur við, eisini eftir at hendan avtalan er gjørd. Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum,” sigur Mette Frederiksen.

Mette Frederiksen fer í dag klokkan 13 (føroyska tíð) til drotningina, fyri at kunna hana um nýggju stjórnina.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi