Jaspur Langgaard: Pedofilar eiga at missa passið
Tað er fyri at forða pedofilum at flyta seg aftaná til lagaligari umstøður, soleiðis at man eisini ger sítt til at verja tey allar veikastu í heiminum
Fremsta endamálið hjá Føroya Løgtingi eigur undir øllum umstøðum at gera skjól fyri øllum borgarum í landinum. Serstakliga teimum veikastu, har eg telji børnini við, tí tey kunnu mangla verjueginleikar, sum tey ikki hava lært enn.
Tí er tað av alstórum týdningi, at vit mugu skipa lóggávuna soleiðis, at seksuelt misbrúkt børn ikki er veruleiki í Føroyum. Her er einki annað enn ein nullhugsjón nøktandi.
Vit eiga at herða um revsikarmarnar munandi, soleiðis at revsingin rakar misbrúkaran og at hon merkist. Vit hoyra alt ov ofta, hvussu lina revsing misbrúkarin fær, og at hesin fær nakrar krákumánaðir at sita tað av sær, og tað er als ikki í lagi. Misbrúkarin spælir við mannalagnur hjá øðrum og hetta eigur ikki at verða stórur munur á at taka lívið av onkrum.
Tíðin er búgvin at endurskoða lóggávuna viðvíkjandi fyrningarfreistum. Tað tykiskt sum oftast, at tey misbrúktu børnini ikki traðka fram, fyrrenn tey eru vaksin, og vit kunnu lítið ætla okkum, hvat tey hava verið ígjøgnum. Tí kann mann ikki vænta, at tey sjálvi megna at traðka fram, tá tey hava verið offur fyri eini slíkari gerð og offur av slíkari manipulatión. Veruleikin er tann, at í nógvum førum verður sakin fyrnað, tá stendur pedofilurin avdúkaður, tó uttan dóm.
Triðja broytingin, sum eg havi hug at taka fram, er ikki bara fyri okkara egnu børn, men eisini børnini í teimum fátæku londunum. Í 2017 viðtók Avstralia at taka passið frá øllum dømdum pedofilum. Tað er kent, at pedofilar flyta seg aftaná til støð, har teir fáa nøktað sín sjúka tørv.
At fleiri pedofilar ferðast til fátæk, korrupt lond fyri tí sama, sigst eisini at verða púra vanligt, og tí skulu vit gera okkara fyri at forða hesum. Tað Avstralska Parlamentið viðtók, at dømdir pedofilar mistu passið.
Tað er fyri at forða pedofilum at flyta seg aftaná til lagaligari umstøður, soleiðis at man eisini ger sítt til at verja tey allar veikastu í heiminum. Eg vildi ynskt, at vit í Føroyum gjørdu tað sama, so at vit kundu gingið undan og arbeiða hart ímóti øllum rotinskapi móti børnum.
Vit hava sæð og hoyrt nógvar harðar lagnur tey seinastu árini. Nógv tey flestu, sum fortelja eru vaksin. Tey hava fingið sár og skaða fyri lívið, tí onkur hevur gjørt seg inn á tey, men hesi sum fortelja eru komin lutfalsliga fyri seg. Vit mugu eisini minnast til, at tað munnu verða mong, sum vit ikki hoyra um og sum vit onki hava hoyrt frá. Vit tora ikki at gita, hvar tey eru endað.
Øll pedofili má í stundnini steðgast!
Jaspur Langgaard
valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

R7 eisini rakt av fútabanni

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið

TALUFRÆLSI

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











