Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tordur J. Niclasen skrivar úr Kuummiut

Innanlands, Lesarabrøv | 08/07-2019 10:00

Vinur mín Karl – og ísurin sum hvarv

Fyrst ferð vit hittust var fyri 20 árum síðani.

Var ein av teim frægu veiðumonnunum í bygdini og hevði verið á mangari ferð við hundasletu á ísinum og víddunum handan Kuummiut. Ikki so fáar ísbjarnir hevði hann felt. Men so kom  brádliga vend í. Var sum 34 ára gamal farin ein túr við trolara á sumri 1988, tá tilburðurin,ið broytti lív hansara, hendi. Var áhalsin og datt niður í lastina. Gjørdist lamin og kom at nýta koyristól. Giftur og áttu tey 7 børn – tað yngsta bert 4 mánaðir. Veiðimannatilveran var komin at enda, men ikki lívið og teir møguleikar tað annars hevði at bjóða. Fall ikki í fátt, lat seg ikki steðgað av forðingum, men festi sinn og eygu á møguleikar. Við hjálp frá avbera røsku konu síni, varð lagt á annan bógv. Fekk starv á skrivstovuni á Fiskavirkinum í Kuummiut – tað einasta fiskavirki í Eysturgrønlandi – og gjørdist hann stjóri har nøkur ár seinri. Hetta starv røkti hann í nærum 30 ár til hann í 2017 legði frá sær.

Fyri nøkrum døgum síðan var eg aftur á gátt í hugnaliga heimi teirra. Prátið fall enn einaferð aftur á farnar dagar og hugleiddi hann, sum so mangan, um tíðina, tá víddirnar vóru kava- og ískladdar. Tjúkkur ísur var á firðinum og til bar við veiðuferðum víða um. Men so leggur hann, nakað hugtungur, afturat: “Men, vend er nú komin í. Tað er ikki tað, sum tað hevur verið”. Í ár var várið merkt av hita og nógvum regni og so at siga var ísurin horvin.

Hesin merkismaður veit hvat hann tosar um. Hann er ikki vísindamaður, men hevur sæð við egnum eygum broytingarnar, sum eru farnar fram hesi seinastu árini. Fyri nøkrum árum síðan var nærum ikki siglandi úr Kulusuk til Kuummiut, men í ár ørðvísi. Ongin ísur , bert okkurt hissini ísfall sum sást á fjørðinum.

So kunni fólk vera samd ella ikki hvat orsøkin til broytingina er, men eitt er vist, at broytingin er har og hon er ógvuslig. Uttan iva kemst hetta av mannaávum. Tí má og skal CO2 útlátið minka munandi!

Havandi komandi ættarliði í huga so er tað ein alheimsskylda at seta munagóð tiltøk í verk, til tess at minkað CO2 útlátið og dálking sum heild. Tað er eisini okkara ábyrgd og skylda at hava ein virknan leiklut í hesum týdningarmikla átaki.

Her mega allar góðar kreftir standa saman og taka lógvatak til tess at venda gongdini.

Umhvørvispolitikkur er nakað, sum eigur at fáa eina høga raðfesting. Hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma. 

 

Kuummiut 06. Juli 2019

Tordur J. Niclasen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi