Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Ellintur Abrahamsen siglir sína síðstu vakt við Tjaldrinum

Innanlands | 08/07-2019 18:03

-Ja, eg sigli nú mína síðstu vakt umborð á Tjaldrinum. Tað er ein góð kensla, og eg fari bæði fegin og takksamur í land eftir umleið 44 árum í starvi hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Eg kann ikki annað enn takka bæði Gudi og menniskjum og undrist, nú eg skal stinga klæðini í sekkin fyri seinastu ferð og fara í land, 70 ára gamal. -
Tað sigur Ellintur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum við Føroysku Sjómansmissiónina.

-Eg søkti um hýru við Smyrli, tá hann kom í 1975, men slapp ikki við. So var eg ávegis niður til
Danmarkar at royna at fáa mær hýru, tí eg ætlaði mær út at sigla. Tá ringdu teir frá Strandferðsluni og bjóðaðu mær hýru við Vaktartænastuni, sum tá hoyrdi undir Strandferðsluni. Hýran var við Dagstjørnuni, sum tá var vaktarskip.
Eg vendi heimaftur og fór so umborð á Dagsstjørnuna 22. oktober í 1975.
31. oktober í 1978 fór eg umborð á Ólav Halga, sum tá var umbygdur til vaktarskip og havi siglt sum skipari síðani - sigur Ellintur.

Ellintur var við Ólavi Halga til 1995. Tó var hann í tí tíðarbilinum hálvtannað ár við Tjaldrinum, Nim og við Gorm. Tá Brimil kom í 2001 gjørdist Ellintur fastur skipari á Tjaldrinum.

-Vaktar- og Bjargingartænastan, sum broytti navn til Vørn, hevur verið eitt gott arbeiðspláss, tí annars hevði eg ikki havt verið her so leingi...Heilsan er góð enn, men hon kann broytast skjótt. Eg veri ikki arbeiðsleysur, tá eg fari í land 19. juli. Eg og konan fara nakrar dagar seinni sum hjálparfólk á Teenstreet (ungdómslega) í Týsklandi. Annars havi eg ymiskt at gera heima, og um tað ikki verður nógv mikið, so er familjan stór og verður óivað fegin um eina hjálpandi hond, sigur Ellintur, sambært Føroysku Sjómansmissiónini, sum eisini ynskir teimum umborð á Tjaldrinum og sjófólkunum annars Guds signing og varðveitslu.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi