Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tal-sjussurin hjá Høgna

Innanlands, Lesarabrøv | 10/07-2019 07:54

Tað góða við at siga sannleikan viðhvørt er, at so hevur man ikki tørv á at minnast so nógv.  Men her er tað sum hjá Otto Von Bismarck: Menniskjan lýgur ongantíð so nógv sum aftaná eina veiðuferð, tá hon er  kríggj ella beint fyri eitt val. Í øllum førum er Tjóðvelisflokkurin val á veg við sínum Propaganda í løtuni.

Tað tykist í løtuni at verða ein øgiligt trongd hjá Tjóðveldi at fortelja okkum Norðingum hvussu ófatiliga væl tað hevur gingið seinastu 4 árini. So stór, at Høgni Hoydal er spurdur ikki minni enn 2 ferðir um hetta seinasta ári, og niðurstøðan er tann sama: Gongdin í fiskivinnuni í Norðoyggjum hevur verið framúr góð seinastu fýra árini. Eisini tá ið samanborið verður við gongdina í fiskivinnuni í restini av landinum.

Eg má siga eitt: Tjóðveldi hevur ein undarligan máta greiða frá uppá. Tá tingkvinnan úr Norðoyggjum spyr hvussu inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini hava lagað seg seinastu fýra árini – Ja so svarar Høgni Hoydal hvussu tað hevur verið seinastu 5 árini. Um hetta var ein vanlig miðnámspróvtøka, so hevði skili verið hareftir við próvtalinum. Hetta er tað man kallar at sjussa seg fram.

Men ikki nokk við tí. Høgni Hoydal hevur uppfunnið eitt hugtak fyri NORÐOYGGJAR sum eitur LUTFALSLIG LØNARÚTGJALDING pr løntakara. Og enntá fyri Norðoyggjar. Hesi tøl eru ikki bara skeiv; tey hava onki við veruleikan at gera. Eg havi tosað við Hagstovuna (sum frágreiðingin hjá Landstýrismanninum hevur sum keldu) og lønarútgjaldingar fyri Norðoya Sýslu  fyri fiskiskap og fiskiíðnað eru IKKI TØK. Og skulu tey fáast til vega, skal ein serlig koyring gerast í teirri skipan. Ergo er hesin parturin av frágreiðingini ÓSANNUR.

Sum tað næsta, er avreiðingarvirði, um vit bert taka 2018 skeivt við knøppum 50 mill kr. Sjómaður er tíbetur sjálvdan ráðaleysur, og tað eru Norðingar heldur ikki. Fyri at stuðla uppundir raksturin við fallandi kvotum, hava skip úr Norðoyggjum samstarva við Grønlendsk reiðarí, og hava skapa avreiðingarvirðir fyri 47,6 mill kr, sum ikki skulu við í hagtølunum fyri 2018. Og hetta er ómansligt, ikki at tora at síggja veruleikan sum hann er. Um onkur far for nógv og onkur annar ov lítið, skal eg ikki meta um. Men eg kann staðfesta nøkur ting fyri Norðoyggjar við røttu tølum (KELDA: Frágreiðing frá Høgna – Grønland + VØRN). HER ER AFTUR GONGD.  Taka vit nøgdirnar (Talva1) so hava Norðoyggjar eina afturgongd uppá góð 10% í mun til restina av landinum, sum hevur eina afturgongd uppá knapp 3 % frá 2017 til 2018. Og munurin er í høvuðsheitum orsakað av nýggju fiskivinnulógávuni, við tað at Norðoyggjar minka meir enn restina av landinum.

Hyggja vit at virðinum (uttan Grønland, sum onki hevur við hesi tøl at gera) so er myndin enn daprari. (Talva 2) Her hava Norðoyggjar knapp 13% minni virði, meðan restin av landinum hevur knapp 8% meir. Orsøkin til at virðisminkingin er størri enn nøgdarminkingin er einfald hon, at fleiri av skipunum her Norðuri virðisøkja fiskin umborð. So tá sild og makrelur minka lutfalsliga meir enn svartkjaftur (sum er bíligari fiskur) so minkar virði eisini meir.

Minkingin er knappar 100 mill kr. frá 2017 til 2018. At siga tað at her gongdin er framúr góð, er at taka rívan til. Her haldi eg at onkur ikki hevur skilt hvussu alt hongur saman. Sum um tað ikki er nokk, so hava Norðoyggjar goldið 253 mill kr í gjøldum til landskassan í 2017 og 2018. Norðingar vita hetta, og kenna eisini sviðan av hesum.

Trongdin hjá Tjóðveldi at sjussa seg fram til nakrar sannleikir tykist so stór, at tey mugu uppfinna nýggj hugtøk og brúka ósonn tøl, soleiðis at tað skal smakka øllum her uppundir eitt val. Tað seinasta skotið er, at onkur talknúsari í Tjóðveldinum er farin at samanbera veiðivirði í 2008 og 2017, uttan so mikið sum at skonkja tí ein tanka at privatar vinnufyritøkur hava gjørt íløgur í milliardir, fyri at virðisøkja okkara tilfeingið til tað tað er í dag. Makan til arrogansu skal man leita longið eftir.

Eitt dømi: Í 2008 avreiddu vit 10.445 tons av loðnu fyri 20 mill kr. Í 2017 avreiddu vit 14.600 tons fyri 81 mill kr. Tað er vinnan sjálv sum hevur megnað at skapt fleiri krónur burturúr hvørjum kg av loðnu, og ikki Tjóðveldisflokkurin ella nakar annar. Vit skulu ansað ikki at blandað alt til ein sjuss sum ongin vil hava. Lat tað heldur verða sum í Klubbanum á Tvøroyri: Sitrón og Akvavit; Ferdogt! 

Tað góða við at siga sannleikan viðhvørt er, at so hevur man ikki tørv á at minnast so nógv.  Men her er tað sum hjá Otto Von Bismarck: Menniskjan lýgur ongantíð so nógv sum aftaná eina veiðuferð, tá hon er  kríggj ella beint fyri eitt val. Í øllum førum er Tjóðvelisflokkurin val á veg við sínum Propaganda í løtuni.

 

Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi