Tíggju tey størstu bingjuskipini í heiminum
Alphaliner hevur gjørt ein lista við tíggju teimum størstu bingjuskipunum í heiminum. MSC Gülsün, sum var latið eigarunum fyrr í hesi vikuni, liggur ovast á listanum, meðan skip hjá OOCL og Maersk liggja stutt aftanfyri.
Heimsins størsta bingjuskip – fyribils í hvussu er, varð latið eigarunum fyrr í vikuni. Talan er um 400 metrar langa MSC Gülsün, sum varð smíðað í Suðurkorea. Skipið tekur 23.000 tjúgufóts bingjur, og er á stødd við fýra fótbóltsvøllir.
Tað var sveitsiska reiðaríið, MSC, sum bílegði skipið í 2017, og tað er eitt av seks sama slag skipum, sum Samsung Heavy Industries í Suðurkorea smíðar.
Í sambandið við nýggja risaskipið hevur greiningarhúsið, Alphaliner, hugt nærri at tíggju teimum størstu bingjuskipunum í heiminum.
Skip TEU Ár Reiðarí
MSC Gülsün 22.960 2019 MSC
OOCL Hong 21.413 2017 OOCL (Cosco)
Kong
Cosco Ship. 21.237 2018 Cosco
Univers
Madrid 20.568 2017 Maersk
Maersk
Ever Golden 20.388 2018 Evergreen
Mol Triump. 20.170 2017 MOL
Barzan 19.870 2015 UASCH (Hpag-Lloyd)
MSC Oscar 19.224 2015 MSC
CSL Globe 18.982 2014 Cosco
Maersk EEE 18.340 2013 Maersk
Hóast fleiri skip taka meira enn 20.000 TEU, so hevur onki skip enn lastað meira enn 19.284 TEU. Tað metið setti Monaco Maersk 1. juni í 2019.
Kelda: antares.fo / Shipping Watch
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











