Útróðrarbátar í bólki 5B fáa helst fleiri dagar
Høgni Hoydal sigur í stuttari telefonsamrøðu at arbeitt verður við onkrari loysn. Uppskot er sent Fiskivinnuráðnum til ummælis
Vit hava júst havt samband við Høgna Hoydal, sum er staddur uttanlands. Høgni visti at siga, at hann hevur latið fiskivinnuráðnum eitt uppskot sum gongur út uppá at bólkur 5B skal kunnu halda áfram at fiska.
Tað ber til at gera broytingar millum bólk 5A og 5B við kunngerð. Men fyrst skal Fiskivinnuráðið viðmerkja uppskotið til kunngerð, áðrenn tað kann lýsast. Roknast kann við, at tað gongur skjótt. Men tað er feriutíð.
Høgni Hoydal visti eisini at siga, at teir høvdu rokna við at nóg mikið var av døgum fram til Ólavsøku. Men tað vísti seg at ganga nógv skjótari enn áður mett.
Limir í Fiskivinnuráðnum hava tagnaðarskyldu. Høgni Hoydal vildi tí ikki upplýsa so nógv.
Men sum lógin er orða er rættuliga avmarka, hvat kann gerast. Tað ber bara til at flyta dagar millum 5A og 5B. Skal annað gerast, má Løgtingi uppí. At kalla Løgtingi saman beinanvegin er ikki vandaleyst.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











