Hann stillar eisini upp fyri Føroyaflokkin
Føroyaflokkurin fegnast um at kunngera næsta valevni á listanum umframt formannin Hjalmar Zachariassen.
Vit kunnu nevniliga í dag boða frá, at Pætur Eysturskarð stillar upp fyri Føroyaflokkin.
Pætur er 38 ár og útbúgvin civilverkfrøðingur í robottøkni frá DTU. Hann starvast dagliga í Tekniska Skúla í Klaksvík sum økisleiðari fyri tøknibreytina HTX.
Pætur býr í Fuglafirði saman við soni sínum Aksel Brosi. Í frítíðini rokast feðgarnir við alt møguligt spennandi - fríðka um húsini, granska djór og umhvørvi og fara onkutíð ein túr av landinum.
Umframt at vera sera virkin við nógvum projektum, er Pætur eisini íverkseti. Hann rekur kaffistovuna Turkihúsið, sum heldur til í Fuglafirði yvirav Mentanarhúsinum.
Tað er eingin ivi um, at Pætur er ein maður við nógvari vitan, royndum og dygdum, sum vit koma at njóta gott av.
skrivar Føroyaflokkurin á facebook síðu síni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











