Fugloyarrenningin 2019 verður leygardagin
Tað er Treysti, sum saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovu í Hattarvík, skipa fyri Fugloyarrenningini. Hetta er sættu ferð, at renning verður fyriskipað í Fugloynni.
Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Tilsamans er teinurin góðar 10 kilometrar og hevur ein mesta stigning uppá góð 10 prosent, so hóast teinurin ikki er so ógvuliga langur, er talan um eina spennandi avbjóðing, skrivar Norðlýsið.
Um ein ikki megnar at renna teinin, kann man ganga og njóta túrin, verður sagt, og eisini verður ymiskt annað á skránni til tiltakið - gongtúrur verður niðan á Eystfelli og út á Egg, Frásøgutúrur verður í bygdini og ymiskt verður til matna og at drekka.
Freistin at melda til er hósdagin 18. juli kl. 24:00. Meldast kann til her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur