Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Havstovan: Lítið av yngli í ár í mun til onnur ár

Fiskivinna, Vísind | 16/07-2019 17:45

Várgróðurin kom seint í ár, og tað kann vera ein orsøk til, at nógvar fiskalarvur ikki hava yvirlivað í mai mánaði.

“Sum heild var lítið av yngli í ár í mun til onnur ár, tó at 2018 eisini var eitt vánaligt ár,” sigur Havstovan, nú Magnus Heinason hevur verið á yngul- og ætikanning á Landgrunninum og Føroyabanka.

Talan er um afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í vár, umframt ta pelagisku vistskipanina undir Føroyum. 

“Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá fiski og sjófugli,” sigur Havstovan.

Smærri enn vanligt

Yngulin í ár var smáur í mun til onnur ár og tað er vanligt, tá tað er lítið til av yngli.

Havstovan sigur, at á Landgrunninum vóru nøgdirnar av toski, hýsu, nebbasild og hvítingsbróðri minni enn miðal. Hinvegin var væl av hvítingi í mun til onnur ár.

Á Føroyabanka var somuleiðis lítið av toski og hýsu. Men væl var av hvítingi og serliga hvítingsbróðri og nebbasild. Nøgdirnar av yngli á Bankanum eru tó næstan altíð minni enn á Landgrunninum, sigur Havstovan .

Gróðurin hevur nógv at siga

“Undanfarin ár hava víst, at eitt greitt samband er millum gróður og tey hægru liðini í føðiketunum á Landgrunninum,” sigur Havstovan. Hon sigur, at í ár er gróðurin á Landgrunninum tætt við miðal. Várgróðurin kom tó seint og hann vaks ikki rættiliga fyrr enn í juni. Sannlíkt er, at tann seini várgróðurin kann hava darvað yvirlivilsi og vøkstri av fiskalarvum í mai mánaði.

Væl var av djóraæti, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Reyðæti, sum hevur týdning sum føði hjá fiskalarvum seint í mai og eisini í juni, var sum heild smátt á Landgrunninum, helst tí at nøringin er byrjað seint, orsakað av tí seina várgróðrinum.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi