Odd Færø stillar upp
Klaksvíkingurin í Hoyvík, Odd Færø, stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið seinni í ár. Odd er 57 ára gamal, giftur við Hallgerð Viderø Færø, og saman eiga tey tvær døtur.
Í gerandisdegnum arbeiðir Odd sum fíggjarligur greinari hjá SEV. Áður hevur hann í mong ár verið sjálvstøðugur vinnurekandi, fyrst og fremst á roknskaparøkinum, og er nú eisini partur av familjufyritøkuni Alvaró, sum rekur ein barnahandil.
Seinastu árini hevur hann somuleiðis verið virkin innan ymiskt felagsarbeiði, bæði innan fótbóltin, í Diabetesfelag Føroya og eisini hevur hann verið virkin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, eitt skifti eisini sum formaður. Síðani kommunuvalið í 2016 hevur hann verið varalimur í Tórshavnar Býráð.
- Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin, tí eg haldi, at tað skal vera pláss fyri okkum øllum í Føroyum. Tær breiðastu herðarnar skulu áhaldandi bera tær tyngstu byrðarnar. Hetta hava vit í javnaðarsamfelagnum, og hetta vil eg verja og styrkja, sigur Odd Færø.
Odd vil arbeiða fyri, at heilsuverkið fær hægstu raðfesting, at vit hava góðar og viðkomandi útbúgvingarmøguleikar, at fólkið skal hava mennandi umstøður kring alt landið umframt at vinnan - sjálvandi – eisini skal hava bestu karmar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur