Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eingin visti, at tað vóru tvíburar

Lívsstílur | 12/02-2017 18:52

Familja og vinir fingu ein ordans hvøkk, tá tey 11. januar ætlaðu at heilsa uppá nýborna barnið hjá Marnu og Sigurdi av Reyni. Tí eingin visti, at Marna bar tvíburar.

Tá Marna og Sigurd fingu at vita, at tey skuldu hava tvíburar, gjørdu tey beinanvegin av at halda tað loyniligt.

- Vit vóru so spent og yvirraskað og høvdu hug at flenna allatíð, so tað var ikki bara nemt. Maðurin hjá mær er sjálvur tvíburi, og foreldrini hjá honum hildu tað loyniligt. Kanska tað kemst av tí, men vit vóru aldrin í iva um, at familjan og vinir ikki skuldu vita tað áðrenn.

Marna fortelur, at tað var ringt at halda tað loyniligt, av tí at hon bar tvíburar, og tí skuldi oftari í skannaran og mátti sjúkrameldast, tá hon var komin 28 vikur.

- Eg hevði trupulleikar við rygginum og lendunum nokk so tíðliga, so hetta skyldaði eg millum annað uppá, tá familjan spurdi, hví eg var sjúkrameldað. Vit máttu orduliga passa uppá allatíðina ikki at fortala okkum.

Marna og Sigurd búgva í Randers, so tá Marna hevði átt, ringdu tey til familjuna á Skype. Nógvar gitingar høvdu verið um kynið, so nøkur vóru fyrireikað uppá, at kynið fór at verða avdúkað gjøgnum Skype.

- Tey flestu gittu, at vit fingu drong, so vit vístu didduna fyrst. Øll vóru so forlipt í hesi lítlu diddu, men tá vit so fluttu kamerað yvir á drongin, vóru reaktiónirnar ymiskar, greiðir Marna frá.

- Onkur grótu gleðistár, onkur var meira paff, og so helt onkur, at vit høvdu lænt tað eina barnið, sigur Marna og flennir. Dagin eftir fortaldu vit tað fyri vinfólki. Eisini har vóru reaktiónirnar ymiskar. Felags fyri øll var, at tey blivu tikin av bóli!

Marna greiðir frá, at tað er nakað heilt serligt við tvíburum. Av tí at tey hava ligið so tætt í búkinum, hava tey tað best við at leggja tætt inn at hvørjum ørðum.

- Vit eru sera stolt, og føla okkum vælsignað at hava fingið tvíburar, sigur Marna at enda.


Lagt út: Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi