Halda seg hava forðað fyri eini yvirgangsótsókn
Seks fólk handtikin í Týsklandi, tí hildið verður, at tey fyrireikaðu eitt yvirgangsálop.
Týska løgreglan heldur seg hava forðað fyri eini yvirgangsatsókn, og hevur handtikið seks fólk, sum verða hildin av vera ein møgulig hóttan móti trygdini. Løgreglan kannaði fleiri íbúðir í Køln og í Düren, umframt eitt byggipláss, í sambandi við møguligu yvirgangsætlanirnar.
“Vit hava vitað um eitt álop, sum kundi verða sett í verk um stutta tíð, “ sigur Klaus-Stephan Becker, frá løgregluni í Køln.
Ein av handtiknu persónunum, ein týsk-libanesiskur maður úr Berlin, hevur í áravís verið kendur sum ein møgulig hóttan móti trygdini, upplýsir løgreglan. Tey siga, at hann hevur verið tætt knýttur at jihadistiskum bólkum í høvuðsstaðnum. Maðurin, sum er í 30-árunum, flutti nýliga til Düren.
Í eini samrøðu sum varð avlurtað, skal maðurin hava sagt greitt, at hann nú var til reiðar at fremja álopið. Løgreglan vil ikki upplýsa nær og hvar ætlanin var at fremja álopið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur