Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Húsarhaldsskúli Føroya fingið tilsøgn

Innanlands | 19/07-2019 22:00

Fyrr í mánaðinum var landsstýriskvinnan, Hanna Jensen, saman við fólki út Mentamálaráðnum, í Klaksvík á fundi við fólk frá Húsarhaldsskúla Føroya og Klaksvíkar Kommunu um verkætlanina at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í býnum. Fundast varð um fyriliggjandi skipanaruppskotið, og tær fortreytir, sum skulu vera í lagi, fyri at uppskotið kann góðkennast, umframt um alla tilgongdina fram ímóti byggingini.

Landsstýriskvinnan bar í vár tinginum uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja nýggjan húsarhaldsskúla, áljóðandi 21 mió. Lógin varð samtykt í løgtinginum, hin 3.mai. Síðani er málið

fyrireikað nærri. Klaksvíkar kommuna fíggjar ein part av skúlabyggingini saman við landinum, og Bústaðir fíggjar búeindina.

Skipanaruppskotið frá nov. 2018 er ein snøgg loysn, sum er staðsett í miðbýnum í Klaksvík, og sum fer at geva Húsarhaldsskúla Føroya munandi betri, størri og tíðarhóskandi hølir, sum verða bygd júst til kjarnuvirksemi skúlans: praktisk matgerð, føðslulæra, orkurokning, kostsamanseting, brúkaralæra og reinføri, seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering og føroysk bond.

Harafturat bæði fiska og hagreiða næmingar, eins og fletta og taka upp slakt, taka upp epli og læra annað siðbundið føroyskt.

Verkætlanir, samfelagsfrøði og trygdarskeið krydda eitt sera fjølbroytt og praktiskt skúlatilboð, sum tekur støði í modernaða føroyska samfelagnum.

Rúm verður fyri 35 næmingum í mun til 21, sum í dag rúmast á húsarhaldsskeiðnum, sum er 26 vikur og liggur frá august til februar.

Umframt hevur skúlin ein hóp av øðrum styttri og longri skeiðum innan matvørureinføri, seyming og brodering til føroyska búnan, matgerð fyri foreldur og børn o.a. Hesin parturin av virksemi skúlans fær eisini munandi betri rásarúm við nýggja bygninginum og kann verða víðkaður.

- Fundurin var sera góður. Vit komu greitt ígjøgnum allar tættirnar, og niðurstøðan var, at nú kundi Mentamálaráðið fyrireika góðkenning grundaða á skipanaruppskotið og síðani biðja um tær upplýsingar, sum skulu fyriliggja, fyri at farast kann í gongd við at projektera, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

Týsdagin 16.juli fekk Húsarhaldsskúlai Føroya so tilsagnarskrivið, sum heimilar, at tey, við ávísum treytum, kunnu byrja projekteringina sambært skipanaruppskotinum frá 27.november 2018.

Húsarhaldsskúli Føroya fyllir 45 ár í ár, og er ein sjálvsognarstovnur, sum eldsálir og framskygd fólk í Klaksvík settu á stovn í 1974, tí ov lítið av skúla - og skeiðstulboðum vóru í Føroyum, og mangar leitaðu sær uttanlands til m.a. húsarhaldsskúla.

- Tað er ein heiður fyri meg at kunna seta skúlabyggingina á breddan í hesum fagnaðarári skúlans, har vit eisini hava sett okkum fyri at hyggja nærri at øðrum viðurskiftum hjá skúlanum, so vit tryggja honum javngóð kor millum skúlar í Føroyum. Rótfesta innihaldið er er enn sera viðkomandi fyri føroyskan ungdóm, eins og styttru skeiðini eru eitt kveikjandi og kreativt íkast fyri luttakararnar, sigur Hanna Jensen at enda.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi