Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Samrøða: Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sum seinastu sjey árini hava búð í Kina
Metis
Metis - Øll sendingin - 25. feb 2020
Andøvsløtan
Fær Merkel kvinnuligan avloysara sum Kanslara um 16 mánaðir
Andøvsløtan
Fólkatalið í Kroatia minkar eins og í fleiri øðrum ES-londum
Andøvsløtan
Eitt av heimsins bakbeistum fingið linan dóm hóast m.a. hópdráp
Andøvsløtan
Leiga av kvinnuligum undirlívum góð inntøka hjá summum
Leysaløtan
Samrøða: Jakup Olsen, um hví hitapumpur og jarðhiti ikki eru umhvørvisvinarligar loysnir fyri føroyingar
Leysaløtan
Samrøða: Bárður á Lakjuni, um nýggju útgávuna LÍVSINS DANSUR
Leysaløtan
Samrøða: Eydis í Dali, um fyrilestu­rin "Steðga stalking" og vantandi lóggávu á økinum
Leysaløtan
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi: Um Snapchat og aðrir vansar við Internetinum
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 21. feb 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Annika Olsen, borgar­stjóri, um gongdina í Tórshav­nar kommunu seinastu trý árini
Andøvsløtan
Samrøða: Jógvan Poulsen, um amerikanskan politikk
Metis
Samrøða: Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkra­húsi
Metis
Samrøða: Beinta Jógvansdóttir úr Saksun, um ferðavinnu og byggisamtyktir
Metis
Samrøða: Dávur Winther, um Torradagar
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (12) - Gestur: Jógvan Fríðriksson, bispur
Metis
Metis - Øll sendingin - 18. feb 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (49) - 17. feb 2020
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jóhan Djúrholm "Frelsan og hennara ávirkan á lív okkara"
Lýsing
Lýsing

250 gravpláss vígd

Innanlands | 20/07-2019 10:00

Tað var ein serstøk løta við Velbastaðvegin seinnapartin í dag, tá ið Heri Joensen, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, vígdi fyrsta partin av víðkaða kirkjugarðinum við Velbastaðvegin og Annika Olsen, borgarstjóri, síðani lat havnarborgarum garðin.

Sum siður er, tá ið kirkjugarðar verða vígdir, legði prestur fyri við at syngja ein sálm og um somu tíð ganga eina ferð kring kirkjugarðin saman við samkomuni.  

Sí fleiri mynidr HER.

Eftir at kirkjugarðurin varð vígdur, helt Annika Olsen røðu, og síðani varð farið í hølini hjá gravaranum í Tórshavnar kommunu, har samkoman fekk ein bita. 

Niðanfyri er røðan, sum borgarstjórin helt, tá ið hann lat havnarfólki víðkaða kirkjugarðin.

--- --- ---

Havnin veksur skjótt, og natúrliga er talið á jarðarferðum vaksandi ár um ár, og tí hevur verið neyðugt at hava nýtt øki tøkt at jarða í. Her, vit standa, er fyrsti partur av arbeiðinum at víðka Føroya nógv størsta kirkjugarð nú liðugt.

Víddin á garðinum, sum higartil er gjørdur, er áleið 2700 fermetrar, og pláss er fyri 250 gravum.

Haraftrat eru 40 parkeringspláss komin aftrat, sum bøtir munandi um viðurskiftini allar dagar í árinum.

***

Tað var í mai mánaði 2014, at býráðið samtykti at fara undir heildaruppskot at skipa kirkjugarðin her millum vegin í Vika og Sandá. Hetta er samstundis eitt natúrligt framhald av verandi kirkjugarði.

Upprunaliga varð valt at gera kirkjugarð her úti við Velbastaðvegin í 1930’árunum. Tá lá kirkjugarðurin langt uttan fyri býin, men nú er býurin næstan vaksin saman um garðin.

Tørvur er á 600-700 nýggjum fermetrum á hvørjum ári við teirri tilgongd, sum nú er.

Higartil í ár hava verið 70 jarðarferðir, og í fjør vóru fyri alt árið um 150 jarðarferðir í
kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Tørvurin á nýggjum grevstrarøki er stórur, og hetta økið, sum vit í dag víga og taka í nýtslu, er fyrsti partur í verkætlanini, ið leggja 11.000 fermetrar aftrat teimum verandi 35.000 fermetrunum.

Arbeiðið heldur nú fram, og eftir ætlan er komið á mál í 2021, og tá eru 1400 gravir komnar aftrat verandi kirkjugarði.

***

Býarskipanardeildin gjørdi kravfestingar, tá ið farið var undir at leggja hesa víðkanina til rættis.

Krøv vóru sett um pláss at seta bilin, umframt at verandi vegur í Vika skuldi dagførast til tess at loyva meira ferðslu.

Verkætlanardeild kommununnar hevur havt arbeiðsleiðsluna um hendi.

Arbeiðið varð boðið út fyri innbodnum, og besta boðið átti Konsax í Havn. Tórshavnar kommuna tók av hesum tilboðnum, og síðani varð farið til verka. Avtalað varð við ráðgevarafyritøkuna HMP-Consult um tekniska partin.

Arbeiðið at fáa til vega hesi 1400 plássini aftrat umframt alt annað rundanum kostar 14 milliónir krónur. Arbeiðið hevur gingið væl.

***

Um miðjan august verður kirkjugarðurin í Hoyvík vígdur. Talan er eisini har um fyrsta byggistig.

Nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík fer at minka nakað um tilgongdina her við Velbastaðvegin.

Men farið verður eisini beint víðari her við Velbastaðvegin, so næsta byggistig eisini verður veruleiki. Tað er umráðandi, at býráðið fylgir væl við gongdini komandi árini, so vit altíð hava tøk gravøki.

***

Vit fegnast um framda verkið og ynskja byggifelagnum framhaldandi blíðan byr við arbeiðinum.

Fari at takka Hera Joensen, sóknarpresti, fyri góð og innihaldsrík orð. Takk fyri væl frágingið arbeiði øll somul.

Við hesum orðum fari eg at lata havnar- og argjafólkum kirkjugarðin.


Takk fyri.

Annika Olsen
borgarstjóri

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Jakup Olsen, um hví hitapumpur og jarðhiti ikki eru umhvørvisvinarligar loysnir fyri føroyingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (12) - Gestur: Jógvan Fríðriksson, bispur
Sámal Bláhamar: Trupulleikin við ferðafólkum í fjøllunum er sjálvskaptur
Leiga av kvinnuligum undirlívum góð inntøka hjá summum
Samrøða: Beinta Jógvansdóttir úr Saksun, um ferðavinnu og byggisamtyktir
Leysaløtan - Øll sendingin - 21. feb 2020
Visit Faroe Islands: Eru vit á veg aftur til bóndasam­felagið?
Tilbúgvingarfundur í Klaksvík
Hasfjord sleppur ikki at sigla fyrr enn viðurskift­ini eru í ordan
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi: Um Snapchat og aðrir vansar við Internetinum
Samrøða: Jógvan Poulsen, um amerikanskan politikk
Ferða­vinnu­maður: Ílagi at taka pening fyri at fara í fjøllini
Bilur koppaði á Sundi
Myndarøð: Móttøka var á Føroya Eftirskúla í gjár
Samrøða: Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkra­húsi
Bíblian, ið kundi kostað lív.
Myndarøð. HASFJORD KOMIN
Samrøða: Annika Olsen, borgar­stjóri, um gongdina í Tórshav­nar kommunu seinastu trý árini
Norrøna liggur uttanfyri Hirtshals og bíðar
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 23. februar 2020
Lonin er ein sólskinssøga
Corona
Eitt av heimsins bakbeistum fingið linan dóm hóast m.a. hópdráp
Metis - Øll sendingin - 25. feb 2020
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Samrøða: Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sum seinastu sjey árini hava búð í Kina
Metis
Metis - Øll sendingin - 25. feb 2020
Andøvsløtan
Fær Merkel kvinnuligan avloysara sum Kanslara um 16 mánaðir
Andøvsløtan
Fólkatalið í Kroatia minkar eins og í fleiri øðrum ES-londum
Andøvsløtan
Eitt av heimsins bakbeistum fingið linan dóm hóast m.a. hópdráp
Andøvsløtan
Leiga av kvinnuligum undirlívum góð inntøka hjá summum
Leysaløtan
Samrøða: Jakup Olsen, um hví hitapumpur og jarðhiti ikki eru umhvørvisvinarligar loysnir fyri føroyingar
Leysaløtan
Samrøða: Bárður á Lakjuni, um nýggju útgávuna LÍVSINS DANSUR
Leysaløtan
Samrøða: Eydis í Dali, um fyrilestu­rin "Steðga stalking" og vantandi lóggávu á økinum
Leysaløtan
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi: Um Snapchat og aðrir vansar við Internetinum
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 21. feb 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Annika Olsen, borgar­stjóri, um gongdina í Tórshav­nar kommunu seinastu trý árini
Andøvsløtan
Samrøða: Jógvan Poulsen, um amerikanskan politikk
Metis
Samrøða: Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkra­húsi
Metis
Samrøða: Beinta Jógvansdóttir úr Saksun, um ferðavinnu og byggisamtyktir
Metis
Samrøða: Dávur Winther, um Torradagar
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (12) - Gestur: Jógvan Fríðriksson, bispur
Metis
Metis - Øll sendingin - 18. feb 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (49) - 17. feb 2020
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jóhan Djúrholm "Frelsan og hennara ávirkan á lív okkara"
Nýggjastu tíðindi