Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

250 gravpláss vígd

Innanlands | 20/07-2019 10:00

Tað var ein serstøk løta við Velbastaðvegin seinnapartin í dag, tá ið Heri Joensen, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, vígdi fyrsta partin av víðkaða kirkjugarðinum við Velbastaðvegin og Annika Olsen, borgarstjóri, síðani lat havnarborgarum garðin.

Sum siður er, tá ið kirkjugarðar verða vígdir, legði prestur fyri við at syngja ein sálm og um somu tíð ganga eina ferð kring kirkjugarðin saman við samkomuni.  

Sí fleiri mynidr HER.

Eftir at kirkjugarðurin varð vígdur, helt Annika Olsen røðu, og síðani varð farið í hølini hjá gravaranum í Tórshavnar kommunu, har samkoman fekk ein bita. 

Niðanfyri er røðan, sum borgarstjórin helt, tá ið hann lat havnarfólki víðkaða kirkjugarðin.

--- --- ---

Havnin veksur skjótt, og natúrliga er talið á jarðarferðum vaksandi ár um ár, og tí hevur verið neyðugt at hava nýtt øki tøkt at jarða í. Her, vit standa, er fyrsti partur av arbeiðinum at víðka Føroya nógv størsta kirkjugarð nú liðugt.

Víddin á garðinum, sum higartil er gjørdur, er áleið 2700 fermetrar, og pláss er fyri 250 gravum.

Haraftrat eru 40 parkeringspláss komin aftrat, sum bøtir munandi um viðurskiftini allar dagar í árinum.

***

Tað var í mai mánaði 2014, at býráðið samtykti at fara undir heildaruppskot at skipa kirkjugarðin her millum vegin í Vika og Sandá. Hetta er samstundis eitt natúrligt framhald av verandi kirkjugarði.

Upprunaliga varð valt at gera kirkjugarð her úti við Velbastaðvegin í 1930’árunum. Tá lá kirkjugarðurin langt uttan fyri býin, men nú er býurin næstan vaksin saman um garðin.

Tørvur er á 600-700 nýggjum fermetrum á hvørjum ári við teirri tilgongd, sum nú er.

Higartil í ár hava verið 70 jarðarferðir, og í fjør vóru fyri alt árið um 150 jarðarferðir í
kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Tørvurin á nýggjum grevstrarøki er stórur, og hetta økið, sum vit í dag víga og taka í nýtslu, er fyrsti partur í verkætlanini, ið leggja 11.000 fermetrar aftrat teimum verandi 35.000 fermetrunum.

Arbeiðið heldur nú fram, og eftir ætlan er komið á mál í 2021, og tá eru 1400 gravir komnar aftrat verandi kirkjugarði.

***

Býarskipanardeildin gjørdi kravfestingar, tá ið farið var undir at leggja hesa víðkanina til rættis.

Krøv vóru sett um pláss at seta bilin, umframt at verandi vegur í Vika skuldi dagførast til tess at loyva meira ferðslu.

Verkætlanardeild kommununnar hevur havt arbeiðsleiðsluna um hendi.

Arbeiðið varð boðið út fyri innbodnum, og besta boðið átti Konsax í Havn. Tórshavnar kommuna tók av hesum tilboðnum, og síðani varð farið til verka. Avtalað varð við ráðgevarafyritøkuna HMP-Consult um tekniska partin.

Arbeiðið at fáa til vega hesi 1400 plássini aftrat umframt alt annað rundanum kostar 14 milliónir krónur. Arbeiðið hevur gingið væl.

***

Um miðjan august verður kirkjugarðurin í Hoyvík vígdur. Talan er eisini har um fyrsta byggistig.

Nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík fer at minka nakað um tilgongdina her við Velbastaðvegin.

Men farið verður eisini beint víðari her við Velbastaðvegin, so næsta byggistig eisini verður veruleiki. Tað er umráðandi, at býráðið fylgir væl við gongdini komandi árini, so vit altíð hava tøk gravøki.

***

Vit fegnast um framda verkið og ynskja byggifelagnum framhaldandi blíðan byr við arbeiðinum.

Fari at takka Hera Joensen, sóknarpresti, fyri góð og innihaldsrík orð. Takk fyri væl frágingið arbeiði øll somul.

Við hesum orðum fari eg at lata havnar- og argjafólkum kirkjugarðin.


Takk fyri.

Annika Olsen
borgarstjóri

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi