Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Beinleiðis sending saman við gesti. Hesaferð við Magna Laksafoss í R7 studio í Havn.
Magni Laksafoss greiðir frá, at hann bæði hevur verið gulur, grønur og bláur skóti, um tíðina, tá dreingirnir í Uppsølum og á Vágsheygum í Klaksvík spældu týskarar og eingilskmenn og eldur kom í ein av mótstøðudreingjunum, og um tað at sigla inn í holur kring Føroyar.
Magni greiðir eisini frá um sína skúlatíð og hægri lesnað, um tíðina á Hagstovuni og um tíðina sum fíggjarmálaráðharri fyri Sambandsflokkin.
Hann greiðir frá um tíðina í Sambandsflokkinum og um, hví hann gjørdi av at fara úr flokkinum. Millum annað helt hann at Sambandsflokkurin ikki vildi dálka sær fingrarnar og vildi helst hava seg undan at gera semjur við samgonguna, um m.a pensjónsnýskipanina, fiskivinnunýskipanina og orkunýskipanina.
Magni greiðir eisini frá um sína framtíð í politikki nú valið nærkast.
______________________________
Birgir Waag Høgnesen legði til rættis.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra sendingina.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











