Bretland sent eitt herskip aftrat móti Hormuzsundinum
Bretland sent eitt herskip aftrat móti Hormuzsundinum
Eitt herskip aftrat hjá bretska herflotanum er komið í Hormuzsundið at verja bretsk handilsskip í økinum. Iran legði hald á eitt bretskt Stena-skip í farnu viku.
Herskipið HMS Duncan er komið í Hormuzsundið aftrat HMS Montrose. Endamálið er at verja bretsk handilsskip, sum sigla í økinum.
HMS Duncan er av slagnum “45 oyari”, sum sambært bretska flotanum er millum mest framkomnu herskip, sum nakrantíð eru smíðað. Tað skrivar BBC.
Bretski verjumálaráðharrin vil sambært BBC framvegis royna at fáa eina friðarliga loysn á ósemjuni við Iran.
- Fræls siglingarfrøði í Hormuzsundinum er alt avgerandi bæði fyri Bretland og tess sameindu. Handilsskip mega sigla og handla frítt og trygt í økinum, sigur Ben Wallace, verjumálaráðharri, sambært BBC.
Hann sigur, at so leingi ótrygga støðan í Persaflógvanum heldur fram, verða bretsk herskip tilstaðar í umráðnum.
Kelda: antares.fo/ShippingWatch
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur