Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Varð happaður til deyða

Innanlands, Lesarabrøv | 01/08-2019 09:00

Hann var ein fitttur smádrongur. Plagdi javnan at vitja okkum. Synir okkara og hann plagdu at spæla saman. Pápin var veiðumaður og mamman arbeiddi heima.

Jacob var navn hansara.

Plagdi at vera við pápanum á veiðuferðum. Kláraði seg hampuliga væl, hóast hann frá barni av bar brek.

Einki stórvegis, men tó soleiðis, at hann ikki, á hædd við javnaldrarnar, var førur fyri at útinna roysnisbrøgd á skí ella á vølli.

Í bygdini, millum javnaldrarnar, tyktist hetta tó ikki at vera nøkur forðing fyri at hann slapp uppí og eftir førimuni var við í leiki.

Í heimligum umhvørvi tyktist hann at trívast. MEN so kom vend í.

Á veiðuferð doyði pápin og gjørdist hann sostatt farðirloysingur bert 12 ára gamal.

Síggi hann og mammununa enn fyri mær - ein kaldan vetrardag, standandi við opna grøv og líta niður á kistuna hjá pápanum.

Hetta var seinastu ferð vit sóust.

Tvey ár seinri kom eg aftur á leiðina – spurdi eftir honum og fekk tá at vita, at,nakað eftir at pápin var deyður, flutti hann og mamman í aðra bygd.

Skuldi har finna sær nýggjar vinir.

Hann treivst ikki, slapp ikki upp í leik, varð argaður og kendi seg einsamallan og óynsktan í hesum nýggja umhvørvi.

Tað bleiv ikki betri sum tíðin leið – varð støðugt happaður. Skúlin og tey vaksnu vóru vitandi um hetta, men eingin  gav tí gætur og eingin kom honum til hjálpar.

So kom seinasti dropin í glasið – og tað fleyt yvir.

Bert 14 ára gamal tók hann seg av døgum – hann orkaði ikki meir!

Ein sorgarleikur, sum uttan iva kundi verið fyribyrgdur, um onkur gæv honum gætur og kom honum til hjálpar.

Hann varð happaður til deyða!

Happing er ikki eitt ókent fyribrygdi og ikki so fá munnu tey vera, sum, frá barni av, eru vorðin happað.

Happing er av tí ónda! Hon súrgar tilveruna og mangan leggur hon “stein oman á byrðu”.

Hon finst víða um – í heimligum umhvørvi, innan skúlans gátt, í frítíðar virksemi, í felagsskapum, á arbeiðsplássi og á skipsdekki.

Happingin skerjir lívsgleðina, skapar ørkymlan og vónloysi. Ja, hon er, stutt sagt, av tí ónda!

Tíbetri er opinleikin um happing vorðin størri tey seinru árini.

Innan skúlan gátt og aðrastaðnis við er hesin ágangur umrøddur og gagnlig átøk sett í verk.

Tað er at fegnast um.

Eingin eigur at verða happaður – og eingin eigur at happa.

Hóast ymisk, hava vit øll, frá Skaparans hond, sama virði – og eigur tí virði hins einstaka ikki at vera mett í mun til avrik, førleika ella útsjónd.

Umráðandi er, at henda sóttin, sum til tíðir kann tykjast “óskyldug”, støðugt verður mótarbeidd og at  styrkt verður munagott um upplýsandi og fyribyrgjandi átøk.

Hetta er mær og Miðflokkinum eitt hjartamál og er hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma.

Eiði 31. juli 2019
Tordur J. Niclasen


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi