Landsverk varð sett í verðina til at gera vegir, ikki til at sprongja vegir í luftina
Soleiðis skrivar Tobbi á facebook, um avgerðina hjá Landsverk at gera nyggjan veg á Hústoft, Hann skrivar
Hvørki Runarvíkar Kommuna ella Landsverk vilja gjalda fyri ein nýggjan veg ígjøgnum grótbrotið á Hústoft omanfyri Lamba." Endurgeving úr KVF-tíðindunum í kvøld.
Søgan í málinum er annars, at Runavíkar kommuna hevur ikki biðið um og hevur heldur ikki tørv á einum nýggjum vegi í Brotinum, tað er Landsverk, sum á ein óvanligan og sermerktan hátt provokerar eina "ósemju" fram, sum vit ongan lut eiga í. Orsøkin til atburð teirra er, at teir hava brúk fyri grótinum undir verandi vegi, skal framleiðslan í Brotinum halda fram, tí hava teir heitt á ráðgevingarfyritøkuna FORMO um at gera eina skitsuætlan um nýggjan veg framvið høga beninum eystanfyri. Fíggingin skal fáast úr øðrum kassa enn teirra egna, skilst - og tað undrar ikki sørt, at tað ikki kvøttir úr hinum annars so mælska og skíggjakæra landsstýrismanninum ella landsverkstjóranum í hesum málinum, hetta átti eftir bestu sannføring at ligið nakað væl omanfyri sersjant-støði hjá Landsverki.
Upprunaliga var vegurin gjørdur sum uppdyrkingarvegur út á Glyvradal, og táverandi kongsbóndin, Rasmus Glyvradal, mundi eiga størsta heiðurin fyri at verkætlanin yvirhøvur kom í lag. Hetta var miðskeiðis í sjeytiárunum í farnu øld. Um somu tíð ynskti Landsverk at flyta grótbrotið úr Skriðunum undir Stórafjalli út/suður á Hústoft. Eftir nógva togan fingu teir loyvi til tess, tó við neyvt ásettum treytum frá Yvirfriðingarnevndini.
Umframt at vera undirstøðukervi til fleiri hagapartar gjørdist vegurin eisini farleið til krútgoymsluna hjá Borg og smoltstøðina hjá Bakkafrost. Í vár var Landsverk farið væl út um mørkini, ið sett vóru í 1975. Teir vóru farnir at bora soleiðis, at Hæddin skuldi spreingjast niður. Eftir at fólk og kommuna gjørdu vart við ólíkindini, steðgaði Yvirfriðingarnevndin virkseminum. Alternativið hjá Landsverki var nú at fara eftir grótinum í økinum, har sum vegurin út á Dal gongur ígjøgnum Brotið. Skuldi hendan ætlanin fremjast í verki, mátti nýggj farleið gerast í grótbrotinum, fyri at binda vegirnar saman aftur soleðis, at tað slapst út á Glyvradal.
Fyrsta provokatiónin hjá Landsverki er at steingja vegin í dagtímunum frá og við 19. august. Her er onki broytt í lítla hálva øld enn bara tað, at Landsverk hevur sprongt eitt gigantiskt grótbrot kring um vegin út á Glyvradal. Ynskja teir at taka og selja grótið undir vegnum út á Glyvradal, mega teir sjálvir finna eina alternativa loysn á tí málinum.
Fleiri enn 4 túsund borgarar í Runavíkar kommunu eiga ongan, absolut ongan, lut í hesum málinum.
Vinnuligu aktørarnir í økinum hava mótmælt hesum, at Landsverk/Samferðslumálaráðið ætla at darva teirra virksemi í stóran mun, við at steingja vegin stóran part av sólarringinum, - og Runavíkar kommuna hevur gjørt tað sama. Svar er onki komið.
Landsverk varð sett í verðina til at gera vegir, ikki til at sprongja vegir í luftina.
skrivaði Tobbi á facebook á i gjár.
Hygg at innslagnum í Degi og viku í frá í gjárkvøldið HER um sama mál https://kvf.fo/netvarp/sv/2019/08/05/20190805landsverksteingirveginigrotbrotinum?fbclid=IwAR2UJPxdetx8cmhipiHqHDQAaWzkhW8MwYicc-cVSwSdjeha2zenXSqAJu4
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











