Føroyski heimildarfilmurin "Verkir" í Havnar Bio
Í kvøld og í annaðkvøld ber til at síggja nýggja føroyska heimildarfilmin "Verkir", sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús.
Karina og Theresa siga, at talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á, at fleiri kvinnur tilvitað velja at eiga heima.
Í filminum "Verkir" hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundanum føðingina.
Samrøðufólk í filminum ”Verkir” eru Ingibjørg Rasmussen, Eyðgerð Amanda Petersen, Aslaug Víká Petersen, Helen Joensen, Elina Hammer Olsen, Elsa Hallfríður Rasmussen, Poulina Abrahamsen, Jensa Samson, Jytte Joensen, Durita Hanusardóttar Jacobsen, Rannvá Simonsen, Sigmund Jógvansson, Fríða Jórunardóttir, Annika Beinta Hoydal, Anna Christiansen og Bjørt Joensen Dahl.
Tað er Jón Kælmint Hofgaard, sum er tónasmiður á filminum og ljóðmyndina gjørdi Jón McBirnie. Permumyndina gjørdi Sára Mikkelsen.
"Verkir" verður sýndir í Havnar Bio í kvøld og annaðkvøld kl. 20:30.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur