Upplestur - høvundar lesa úr komandi bókum
Í kvøld verður eitt tiltak har seks høvundar koma at lesa nýggjar tekstir, har denturin er lagdur á komandi útgávur. Tað eru Rúni Weihe, Kim Simonsen og Forlagið Eksil, sum skipa fyri tiltakinum.
Tey, sum lesa, eru:
Rúni Weihe varð útbúgvin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn í 2018 og var útbúgvin sum arkitektur frammanundan. Hann hevur útgivið eina bók fyrr og fer at lesa úr komandi bók.
Anna Malan Jógvansdóttir varð útbúgvin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn í 2018. Hon hevur seinast útgivið savnið Koralbruni. Hon kemur at lesa úr skaldsøguni Psykosudrotningin sigur frá, ið kemur út í heyst á Forlaginum Eksil.
Vónbjørt Vang er høvundi, bókmentafrøðingur og bókavørður. Hon útgav í 2017 savnið Djúpini á Forlaginum Eksil. Hon kemur at lesa úr komandi bók.
Kim Simonsen er høvundi og granskari. Hann hevur útgivið bæði ritroyndir og yrkingasøvn, seinast bókin kallast Desembermorgun. Hann kemur at lesa úr nýggjari og komandi bók.
Anna Sofía Jørgensen er 23 ára gomul og vann í 2017 stuttsøgukapping í Hoydølum við søguni “Kamparænarin”. Hon er nýggj í føroyska rithøvundaheiminum.
Lív Maria Róadóttir Jæger er mag.art í heimspeki, hon debuteraði við yrkingasavninum Hvít sól í 2015. Hon kemur at lesa úr nýggja komandi savninum Vátt.
Tiltakið verður í Sirkus í kvøld kl. 20.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur