MYNDARØÐ:. Kahyttin á Skála verður reist leygardagin
Í morgun boðaði Kahyts-Chefurin frá, at elementini fóru at verða sett upp fram eftir degi og at hann hevði sett stimin upp á kaffimaskinuni, skrivar Tobbi á facebook vanga sínum fyri løtu síðani.
Bátafeløgini eru sosialiseringshøpi, sum hava stóran týdning í nógvum bygdum. Skála er ein teirra.
Tilhaldið hjá teimum bátahugaðu við bátahylin verður rópt Kahyttin. Hon hevur sæð sínar bestu dagar, ein gomul bingja, sum er í ringum standi og við tíðini er hon vorðin alt ov lítil.
Í eina tíð hevur chefurin, Janus Uldall, við fylgi, stríðst fyri at fáa ein nýggjan fasilitet upp at standa til limarøktina. Kommunan og hann hava samskift soleiðis, at nátthúsini í nýggja bygninginum verða almenn og felagið tekur sær av rakstrinum. Kommunan hevur kompenserað fíggjarliga fyri sínum áhugamálum í húsinum, á sama hátt sum á Glyvrum, harvið fingu báðir partar væl burturúr hesum jaliga átakinum.
Í morgun boðaði Kahyts-Chefurin frá, at elementini fóru at verða sett upp fram eftir degi og at hann hevði sett stimin upp á kaffimaskinuni.
Gongst sum ætlað verður reisigildi leygardagin
Við loyvi frá Tobba leggja vit hansara myndir út her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











