So er stevnuskráin hjá Føroyaflokkinum almenn, bæði í teksti og sum ljóðfíla
Flesta allir flokkar hava sína stevnuskrá í teksti, tað hevur Føroyaflokkurin eisini. Umframt at kunna lesa skránna, so hevur flokkurin nú gjørt skránna sum eina ljóðfílu.
Formaður flokksins, Hjalmar Zachariassen sigur við R7.fo, at fleiri hava eftirlyst skránnna. hann sigur at "vit hava bíða sum longst, tí vit hava frá byrja vilja gjørt arbeiði við skránni so gott sum gjørligt".
Vit vildu hava tað skrivaða orið á ein ljóðfíl fyrst og tað arbeiðið er nú liðugt, sigur hann at enda.
TRYST À PÌLIN OMANFYRI UM TÙ VILT HOYRA STEVNUSKRÀNNA
Her klanst tú lesa stevnuskránna
Stevnuskrá fyri Føroyaflokkin Flokkurin fyri tí klassisku liberalismuni
At avmarka statin Føroyaflokkurin er av tí fatan, at á hesum klettum trívast vit best, tá ið vit hava frælsi at velja og stýra okkara egna lívi. Okkara lutur í Føroyaflokkinum er at virka fyri, at øll kunnu ráða yvir sínum egna lívi - tí vit trúgva, at hvør einstakur borgari er best førur fyri at taka egnar avgerðir um egið lív.
Føroyaflokkurin meinar, at luturin hjá landinum altíð skal avmarkast til bert at fevna um kjarnuuppgávur. Í alt ov langa tíð hevur landið hópað sær upp meira vald og virðir frá fólkinum. Tíðin er komin til at koppa valdið yvir aftur til fólkið.
Vit standa fyri at.. Øll, sum búgva her, skulu vera líka fyri lógini og skulu njóta tey somu borgarligu rættindi og skyldur. Føroyaflokkurin er ikki flokkurin fyri serrættindi til bólkar, tí einstaklingurin má ikki lúta fyri bólkinum. Vit eru fyri talufrælsi - eisini talu, sum okkum ikki dámar. Tolsemi er sjálvsagt, men tolsemi fyri ótolsemi viðurkenna vit ikki.
Okkara lutur er.. At síggja menniskjað sum tað er, og ikki sum vit vilja hava tað at vera, er týdningarmikið. Tað góða samfelagið kann ikki skapast omanfrá av politikkarum, men sprettir náttúliga úr fólkinum.
Føroyaflokkurin er flokkurin, ið vil virka fyri fría marknaðinum. Vit vilja arbeiða fyri búskaparligum frælsi, sum er eyðkent av, at fólk, sum sjálvboðið handla við hvønn annan, sleppa at gera tað uttan uppíblanding frá statinum.
Føroyaflokkurin er flokkurin fyri privata ognarrættinum. Ígjøgnum væl skipað ognarrættindi, fáa vit røkta og gangnýtt okkara tilfeingi á besta á hátt, bæði á landi og sjógvi.
Hevur tú tað sum vit og vilt burtur frá endaleysum skrivstovustýri so set x vi L
Mest lisið í farnu viku

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna

Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B

Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum

Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Trupulleiki við muni á fiskaprísi

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima

Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

TALUFRÆLSI
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











