Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Hallgerð Arge Hansen 80 ár

Innanlands, Lesarabrøv | 09/08-2019 14:30

Til Hallgerð Arge Hansen á 80 ára føðingardegi hennara 9.august.

Summi fólk seta spor.

Hallgerð er ein teirra.

Hallgerð er ein, ið hevur slóðað fyri. 

Hon hevur traðkað sínar egnu gøtur. 

Ein drívmegi í Felagnum fyri lesi-  og skriviveik og í fólkaskúlanum sum heild.Hallgerð myndaði frá byrjan undirvísingina í felagnum, og allastaðni har hon hevur arbeitt hevur hon oyst av síni vitan og sínum pedagosiska og undirvísingarligu kunnan og sínum nærlagni og sínum dugnaskapi.  Uttan hana hevði felagið ikki sæð út, sum tað ger í dag. Og neyvan heldur tann føroyski fólkaskúlin.


Hallgerð var langt forút fyri sína tíð. Og mangan var baksutt at fáa fólk við uppá tað, sum hon hevði gongd í, tí tey vistu ikki hvat tað var.

Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum vil eg bara staðfesta, at Hallgerðsa arbeiði sæst aftur í tí, sum færoyski fólkaskúlin er í dag. Hvussu ofta taka vit ikki til: ja, hattar er akkurát tað sama, sum Hallgerð gjørdi, tá vit í dag standa við tilfari og undirvísingargongdum, sum eru atkomiligar fyri allar lærarar og allar skúlar. Tað er gleðiligt at síggja og vita, at skúlin er í menning. Og eg vil geva Halgerð nakað av ærini. Tí tað meti eg, at hon eigur.

Hennara íðni og áhaldni hevur myndað felagið og ger tað tann dag í dag. Hallgerð hevði heldur ikki stundir at bíða eftir myndugleikum og viðgerðum at umsøknum og fíggjarligum stuðli. Hennara treiskni og gávumildni var uttan samanberingar. 

Drivið, ikki at lata seinu viðgerðartíðirnar allastaðni í okkara skipanum, bremsa arbeiðnum hava vit mangan notið gott av, og myndar tað felagið enn tann dag í dag. 

Hallgerð arbeiddi dag og nátt og ikki var óvanligt, at telefonin ringdi kl. 6 á morgni og uttan góðan morgun og annað uttanumtos, varð farið beint í trupulleikan. Eg harkaði og royndi at spyrja, um hon visti, hvat klokkan var. So var hon kvik at umbera. 


Hennara arbeiði hevur verið við teimum veikastu. Eingin avbjóðing var ov stór. Og nógv eru tey, sum eru takksom fyri Halgerðsa troyskni og pedagogisku, fakligu kunnan.

Alt skuldi vera vælgrundað pedagogikst/ lesivísindandligt. Og har vóru tveir góðir ráðgevar, sum Hallgerð kundi heita á Jytte Jordal og Frank Jakobsen. Hennara guruar.

Hennara kunnleiki á pedagisoska, undirvísingarliga økinum er stórur.

At deila og at geva frá sær hevur altíð myndað hana, at leita eftir tí, sum ger mun, og at gera mun. Tað er Halgerð.

At vera ein góð fyrimynd, at finna tað, ið var at byggja víðari á í hvørjum einstakum næmingi. Ikki bangin at ganga nýggjar leiðir. Tað er Halgerð!

Ikki at lata forðingar, óvitinheit og snævurskygni forða fyri arbeiðnum. Tað er Halgerð.

Altíð at gera tað besta, ongantíð ta løttu loysnina, og altíð við serfrøðini og nærlagni  í hásæti.

Altíð at søkja loysnirnar. Ikki at geva upp. At geva víðari, geva frá sær, læra víðari, læra meira.

At finna, ofta knortlutta vegin inn til tann einstaka og taka útgangsstøði í tí einstaka.

Sjálvt tað mest avbjóðandi og at sýnast ógjørliga hava vit verið vitni til, at hon megnaði at loysa. Eitt í allar mátar ótrúligt arbeiði. Ongantíð at geva upp. Tað var hennara mantra. Og varð okkurt meira ógjørligt enn annað, so máttu ótraditionell amboð takast til hjálpar. Og forðingar??? fremmandorð. Og her mugu vit ikki gloyma hennara stórsinni. Vildi skúlin ikki keypa amboð, teldu, forrit, ja so gjørdi Hallgerð tað sjálv. Tað er ikki so lítið, ið skúlar hava notið gott av, hesum stórsinni, sum Hallgerð hevur goldið úr egnum lumma, tí hon visti at tað riggaði. Hendan drívmegin í henni, sum altíð var har og sum smittaði á okkum øll rundanum hana.


Eg havi ligið á gólvinum og forma bókstavir, forma i gandadeiggi og leiri klipt og klistra, skrivað og sungið, kvøðið og sagt søgur, arbeitt við fótbólti, fuglum, víkingum, kvæðum og sagnum…. Saman við Hallgerð

Føroyska málið og mentanin eru allatíðina grundvøllirnir, vit arbeiða á. Tað var eitt annað mantra. Og væl lá fyri at finna røttu frásøgufólkini og røttu hjálpina til alt tað, sum man nú einaferð ikki megnaði sjálvur.


Eg skal ikki dylja fyri, at onkuntíð var við at verða ovboðið. Tað var tíðin við túsund leidningum og glarum, og lætt var at villast í tí heila. Men eg haldi vit báðar fingu samstarvið at rigga einastandandi væl. Eg eri nokkso praktisk til sovoritt og tað er Halgerð so slett ikki. So samstarvið riggaði væl. Kanska ikki samdar í øllum, men tí mesta og í tí, sum var mest avgerðandi. Og eg fari at nýta høvi at takka tær Halgerð, fyri alt tað tú hevur lært meg, tann føroyska fólkaskúlan og fyri at vera krumtappurin í Felagnum fyri Lesi- og skriviveik.


Góða Hallgerð.

Hjartaliga til lukku við 80 árunum og takk fyri.

 

Felagið fyri Lesi - og Skriviveik


Gyðja Hjalmarsdóttir


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi