Kunningarstovan í Nólsoy letur ikki aftur
Í Degi og Viku í gjárskvøldið varð sagt, at bæði Kunningarstovan í Nólsoy og kaféin Gimburlombini lata aftur í august mánaða, men tað er einans kaféin sum letur aftur og ikki kunningarstovan. Tað skrivar Tjóðhild Patursson á facebook.
Tjóðhild Patursson hevur verið leiðari á Kunningarstovuni í Nólsoy seinastu seks árini. Hon eigur saman við Barbaru Andreasen kaféina Gimburlombini, og boðar frá at tað einans er kaféin, sum letur aftur. Kaféin Gimburlombini lat aftur síðsta leygardag.
Sambært Tjóðhild Patursson hevur Kunningarstovan opið sum vænt allan august mánaða. Tjóðhild Patursson hevur fingið starv sum stjóri á nýggja Mat og Moldmentanarháskúlanum í Sandoy og hon veit ikki hvør fer at standa fyri Kunningarstovuni í Nólsoy næsta ár, men hon sigur, at Kunningarstovan heilt vist fer at halda fram.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











