At stytta arbeiðsvikuna kostar meira enn hálva milliard
Sambært Hagstovuni vóru 27.424 arbeiðstakarar í Føroyum í apríl í ár. So vit tosa um ein samlaðan kostna á 10,9 mió. krónur um vikuna.
Eg síggi, at summi valevni eru farin at bjóða veljarunum eina styttri arbeiðsviku. Vikan skal styttast úr 40 niður í 37 tímar, og kortini skal lønin ikki lækka.
Tað eru uttan iva nógvar góðar grundir til at stytta arbeiðsvikuna, men sum við øllum øðrum, so er tað ikki ókeypis. Um øll skulu arbeiða styttri og kortini fáa somu løn, so merkir tað, at fleiri fólk skulu til, fyri at fáa sama arbeiðið gjørt, og lønin hjá teimum verður ein eyka útreiðsla hjá arbeiðsgevaranum.
Minsta tímalønin er í løtuni 132,24 krónur. Tríggir tímar við hesi lønini kosta 396,72 krónur um vikuna fyri hvørt starvsfólkið.
Sambært Hagstovuni vóru 27.424 arbeiðstakarar í Føroyum í apríl í ár. So vit tosa um ein samlaðan kostna á 10,9 mió. krónur um vikuna. Tað gevur meira enn 550 mió. krónur um árið tilsamans.
Í lønarbólkinum ”Almenn tænasta” vóru 9.840 arbeiðsfólk í Føroyum í apríl. Tað merkir, at almennu kassarnir skulu rinda meira enn 200 mió. krónur eyka fyri hetta vallyftið. Privata vinnan skal so rinda hinar stívligu 350 milliónirnar.
So hóast talan kann vera um eitt spennandi lyfti, sum kann hjálpa onkrum at verða valdur, so er tað altso ”ikki heilt ókeypis”.
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur