Lítið yvir Føroyaland..
Lítið yvir Føroyaland..
Í hesum árum koma fólk úr øllum heiminum at líta yvir Føroyaland. Tey gloyma ikki minsta blettin, alt hevur áhuga hjá ferðafólkunum. Hans Andrias minnir okkum fáu á, sum her búgva, at líta yvir Føroyaland og at “gloyma tað á ongum sinni”.
Fá mundu varnast øgiliga vøksturin í ferðavinnuni, tá vit fyri nøkrum árum síðani endurstovnaðu Ferðaráðið, sum seinni bleiv til Visit Faroe Islands. Politiskt settu vit í ringum fíggjarligum tíðum eyka pening av á fíggjarlógini til ferðavinnuna. Sera dugnalig fólk settust við róðrið í ferðavinnuni, og nú standa vit við avbjóðingum, sum krevja dyggar loysnir.
Miðflokkurin hevur somu støðu, sum Hans Andrias endar vakra fosturlandssangin við:
“Um vit eru fá og smá, kunna mið tó gerast há.”
Ferðavinnan skal vera eitt sterkt búskaparligt bein at standa á til gagns fyri allar føroyingar.
OG TAÐ BER VÆÆÆL TIL.
Bøndur ráða yvir sínum øki. Tí skal almenni myndugleikin áleggja ferðavinnuni at styðja seg til bøndur og teirra ynskir og krøv í eini framtíðar samskipan av ferðavinnuni.
Ongin skal kunna selja ein gongutúr til útlendingar niðan á tindin ella framvið ánni, uttan at bóndin er við og fær sín part.
Ferðamál skulu gerast í samstarvi millum bøndur/eigarar, ferðavinnuna, land og kommunur. Nøkur ferðamál so sum fjallagøtur, rennistreingir, gongutunlar til sjóholur, innrætting í sjó- og fjallaholum, fjallamatstovur v.m. krevja íløgur. Her skal búnaðargrunnurin fáa víðar heimildir at veita lán og stuðul til bøndur/eigarar ella samtøk millum bøndur og ferðavinnuna.
Ferðafiskivinna skal hava egna lóggávu, sum m.a. ásetir krøv til ferðasmiðir, trygd á sjónum, treytir viðvíkjandi veiðirættindum við meira.
Smidligar gjaldsskipanir verða settar í verk, har landið, eigarin/bóndin, ferðavinnan v.fl. fáa sín part. Ein møguleiki er at krevja gjøld við kassa 1, har ferðafólk umvegis ferðaseðilin gjalda vegskatt, tunnilsgjald, gongutúragjald, umhvørvisgjald o.a.
Fólkið, sum her býr, er ikki ferðafólk og hevur tey rættindi, sum vit altíð hava havt.
Miðflokkurin er tilreiðar og hevur nógv upp á hjarta til gagns fyri ferðavinnuna og til gagns fyri land og fólk.
Tað ber VÆÆÆL til at leggja so til rættis, at øll verða vinnarar.
Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

R7 eisini rakt av fútabanni

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmálini hjá ST

TALUFRÆLSI

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður

Kórið hjá Jóhan í Sjóvar kirkju

Landsstýrið stevnir KvF
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











