Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing

Hvørjum arbeiðir Tórshavnar býráð fyri - borgarum ella byggiharra?

Innanlands, Lesarabrøv | 13/08-2019 19:00

Hvussu ber tað til at Tórshavnar býráð selur einari privatari byggifyritøku byggilendi fyri 14 milliónir krónur lægri enn marknaðarprís? Og hví torir kommunan ikki at seta privatu byggifyritøkuni vanligar treytir, sjálvt tá lendið verður selt fyri langt undir marknaðarprís?

Í farnu viku komu skriv frá bæði Anniku Olsen, borgarstjóra, og MARK sum í hvør sínum lagi royna at tileinkisgera kritikkin av ætlaðu byggingini undir Kongavarða.

Stjórin í bila- og byggifyritøkuni Sp/f NN Holding (sum stendur aftanfyri Nordcar og MARK) royndi seg við glansmyndum av teimum trimum barakkunum, ið skulu hýsa 94 leigibúðum. Sambært fyritøkuni eru hesar glansmyndir einastu ”røttu myndirnar av verkætlanini”. Myndir sum vísa á hvussu byggingin veruliga fer at taka seg út í mun til sólargang og grannar hava sambært byggiharranum ”einki við verkætlanina at gera”. Nú so, veruleikin og sannleikin eru ofta illa lýddir.

Glansmyndirnar hjá MARK vísa 20 bilar og tvey fólk uttan fyri barakkirnar, ið skulu hýsa 250-300 fólkum. Áhugavert er at síggja, at eingi børn eru á glansmyndunum frá byggiharranum, men tað er eyðsæð tí, frí- og spæliøki hjá børnum eru als ikki partur av hesi verkætlan. Og hvar skulu hinir 100 bilarnir hjá íbúgvunum standa? Tað hugsa bilasølufólk kanska ikki um, tá tey royna seg sum byggiharrar.

Hava ikki skilt kritikkin frá borgarunum
Heldur enn at svara teimum 10 spurningunum, sum eigarafeløgini undir Kongavarða hava sett Anniku Olsen, borgarstjóra, kom borgarstjórin við lyftum um at hoyra allar partar og um, at meirilutin í Tórshavnar býráð ynskti eitt ”byggjarí við góðari dygd og høgum trivnaði”, hóast alt í hesum málinum bendir beint á tað øvugta.

Bæði MARK og Annika Olsen hálova samljóðandi modulbyggjaríi, men hava ikki skilt kritikkin. Um bygt verður við modulum, konteynarum ella øðrum er ikki trupulleikin.

At kroysta 94 leiguíbúðir inn á eitt øki, sum bert rúmar 30 íbúðum, og ikki at taka atlit til ferðslu, trivnað, spæli- og fríøkir hjá børnum, grannar og grundleggjandi byggilist er trupulleikin við hesari ørvitisverkætlan.

Byggið tit endiliga við modulum, men gerið tað ordiligt. Ikki stúva fólk saman í ólivilig og óvirðilig kor, alt fyri at tað skal loysa seg betur peningaliga hjá byggiharranum. Og hugsið um tey hundraðtals børnini, sum skulu veksa upp við á einum parkeringsplássi sum einasta spæliøki.

Bland komið í leiklutin hjá býráðnum
Bæði skrivini komu sama dag. Har kom enntá eitt sjáldsama vælorðað dulnevt lesarabræv frá onkrum skrivisveini við insidara-vitan um byggiverkætlananina út sama dag. So at her var talan um eina væl samskipaða kampanju, sum skuldi tippa nevini á kritisku røddunum man vera lítið at ivast í.

Men nevini fara ikki at tippast fyrr enn skil kemur á hesa verklætlan. Kampanjan hjá býráðnum og byggiharranum slær bakk. Hon undirstrikar enn meira, at her er ov tætt ímillum peningaligu áhugamálini hjá byggiharranum og tillagaðu treytirnar frá Tórshavnar býráð. Bland er komið í leiklutirnar millum myndugleika, ið skal seta treytirnar, og peningalig áhugamál, ið skulu gera sítt besta innan settu treytir.

MARK keypti lendið fyri 14 milliónir undir marknaðarprís
Stjórin í bila- og byggifyritøkuni førir fram, at hann hevur goldið marknaðarprís fyri lendið undir Kongavarða. Hetta tí at Sp/f NN Holding átti einasta, og tískil hægsta, boðið ið kom inn. 157 krónur fyri fermeturin.

Men at eittans lágt boð kemur inn tá alment útboð er, merkir ikki, at so er marknaðarprísurin ásettur.

Um ein nýggjur bilur var til sølu og eittans boð kom inn á 30.000 krónur, so sigur stjórin í bila- og byggifyritøkuni, at 30.000 krónur er marknaðarprísurin fyri nýggja bilin. Men hetta er sjálvandi púra burturvið, bæði um vit tosa um grundstykkir og bilar.

Grundstykkir í Havn verða seld mestsum hvørja viku, og tí kenna vit øll marknaðarprísin. Marknaðarprísurin fyri eitt grundstykki í Havn er 2.000-2.500 krónur fermeturin, um tú keypir frá privatum, og umleið 1.500 kr fermeturin um tú keypir frá kommununi. Harvið er stykkið undir Kongavarða selt byggiharranum fyri minst 14 milliónir krónur undir marknaðarprís. Tað kann man keypa nógvar bilar fyri. Tí er tað ikki so løgið at stjórin í Sp/f NN Holding tykist vælnøgdur við treytirnar frá Tórshavnar býráð.

Peningaligu áhugamálini stýra byggi- og býarskipan
Ein bilaseljari selur ikki bilar, fyri at fólk skulu sleppa turrskødd frá heimi til arbeiði. Hann selur fyrst og fremst bilar fyri at vinna pening, og tí selur bilasølan ikki ein einasta bil fyri undir marknaðarprís.

Ein bilaseljari byggir soleiðis heldur ikki leiguíbúðir, fyri at fólk skulu fáa tak yvir høvdið fyri sømuligan kostnað. Hann byggir fyrst og fremst leiguíbúðir fyri at vinna pening, og tí verður ikki ein einasta leiguíbúð hjá MARK leigað út fyri undir marknaðarprís uttan so at kommunan sjálv rindar munin.

Tí eigur kommunan ikki at selja lendi til eina privata bila- og byggifyritøku fyri undir marknaðarprís, og tí má og skal kommunan seta treytirnar til frama fyri borgaran, ikki peningaligu áhugamál byggiharrans. Letur man byggiharran seta treytirnar verður byggingin barakklíknandi og ein discount loysn, og tað er ætlanin undir Kongavarða eitt skúladømi um.

Bert ótrúligt at eingin í meirilutanum í Tórshavnar býráð, umboðini úr Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, torir at siga frá og steðga hesi ørvitisætlan, meðan tíð er.

Verandi ætlan hjá Tórshavnar býráð fyri økið undir Kongavarða er, at bæði at selja byggiharranum lendi fyri undirprís og at seta byggiharranum fægst møguligar treytir. Tað man undra hvønn einasta borgara í Havn, hví so er.

Eigarafelagið undir Kongavarða & Eigarafelagið eystan Kongavarða


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Ógvuslig spreinging á Hoegh bilskipi
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Norð­oyastevna á netinum
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Samrøða: Ógvusligar lógir samtyktar í skugganum av korona
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Svimji- og baðoasa í Tjaldavík
BEINT NÚ - R7 kringvarp sendir beinleiðis frá Norð­oyastevnuni
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Hotel Brandan letur upp 1. juli
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi