Vágarnar reistu seg sum fuglurin føniks!
Skrivar Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin
Vágarnar reistu seg sum fuglurin føniks!
Tað var næstan øskukalt í Vágunum tá Sjálvstýrisflokkurin kom at umsita samferðslumál í samgongu 10. januar 1985. Tveir borgarligir flokkar høvdu rátt fyri borgum í fleiri ár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, og tá teir aftur vaknaðu upp við kaldan dreym, var menningin av Vágunum langt síðani byrja.
• Mykines fekk nýggjan strandferðslu bát til siglingina
• Hangarur bleiv bygdur á flogvøllinum
• Bygging av undirsjóvartunli
• Stovnseting av flogfelag í Vágum
• Útbúgving innan loftferðslu
• Keyp av tyrlu
• Flyting av tyrludeildini til Vágar
• Yvirtóku oprativu og teknisku umsitingina av tyrludeildini
• Bygging av farmahøll
• Fyrireiking av leingjan av flogvølli
• Virksemið á flogvøllinum øktist munandi.
Hevði tað verði so væl at eg kundi reypa av øllum hesum.
Men. Nei!
Tað geri eg ikki. Til tess vóru tiltøkini at bjarga Vágunum undan niður píning og politiskari ómegd ov stór um hetta mundi.
Nærumhvørvi og lokali myndugleikin hava eisini fingið nógv burtur úr. Stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum í Vágunum stava frá hesum arbeiði, umframt, at fólkatalið er vaksi munandi frá 1988 til 2018. Sama er galdandi við ferðafólka flutninginum til og úr Vágum, og at Vágarnar á ongan hátt kundu metast at vera afturútsigldar í sama mun, sum mett frammanundan.
Vágarnar reistu seg sum fuglurin føniks úr leivdunum.
Fólk fluttu til oynna. Menn og kvinnur funnu saman. Stovnsettu familjur. Kommunurnar bygdu skúlar, barnagarðar og vøggustovur, búðpláss fyri eldri, perlur av spæliplássum, bygdavegir asfalteraðir v.m.
Stórt tal av føroyingum hava fingið útbúgving innan loftferðslu: flogskiparar, mekanikarar, flogternur, fíggjarstýring, umsiting v.m., har einki sum helst var at finna frammanundan.
Hetta er eisini boðskapurin um, at tað ber til at vera almennur politiskur myndugleiki at taka stig til arbeiðsskapandi tiltøk, eins og tað, uttan nakran sum helst iva, ber til á øðrum økjum eisini.
Tað er eingin orsøk at reypa. Tað er sjón fyri sókn.
Eg havi kortini hug at nevna tveir fram skygdar lokalar politikarar: Vilhelm Nielsen, umboðandi Fólkaflokkin og Haldur Hansen umboðandi Javnaðarflokkin. Teir royndu í sínari tíð, men floksleiðslur teirra svíktu tá á stóð. Æra verður um minni teirra!
Nú tá eg sjálvur eri givin í politikki, haldi eg meg kunna siga, at tað gjørdi einki um vágafólk, nú Sjálvstýri hevur brúk fyri einari hjálpandi hond, góðu flokkinum tykkara atkvøðu, so at hetta arbeiði verður virðismett sum slóðbrótandi arbeiði.
Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður
fyri Sjálvstýrisflokkin
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna

Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B

Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum

Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Trupulleiki við muni á fiskaprísi

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima

Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

TALUFRÆLSI
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











